Nú hava íalt 90 fólk fingið staðfest krímsjúkuna H1N1 í Føroyum. Talið av staðfestum tilburðum er vaksið nógv tær báðar seinastu vikurnar. Síðani seinastu fráboðan 5. august hava føroysku heilsumyndugleikarnir staðfest 46
nýggjar tilburðir av Influensu A (H1N1). Hetta merkir, at umleið 5 nýggir tilburðir
eru staðfestir um dagin. Soleiðis hava tilsamans 90 fólk fingið staðfest beinkrímið
í Føroyum. Tað sigur Landslæknin í tíðindaskrivi.
Hóast fleiri hava fingið staðfest H1N1 í Føroyum, so meta heilsumyndugleikarnir sum
heild, at fólk ikki eiga at vera stúrin. Alt bendir framvegis á, at talan er um eina
milda krímsjúku, ið hasar av eftir fáum døgum. Tó eru nakrir vandabólkar, ið eiga at
vera serliga ansnir, swigur Landslæknin.