Vit hava einki hoyrt, so vit bíða. Tað sigur Signhild Johannesen, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin í Klaksvík.
Javnaðarflokkurin fekk tveir býráðslimir í Klaksvík, Tjóðveldi og Sambandsflokkurin fingu hvør sín. Sostatt fingu hesir tríggir flokkarnir fýra býráðslimir. Hinvegin fekk Fólkaflokkurin fimm býráðslimir.
Í Klaksvík er støðan nú tann, at báðir partar dyrgja eftir at fáa Sjálvstýri í sín part. Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Sambandsflokkurin hava bjóðað Jógvani Skorheim at halda fram sum borgarstjóri í eini samgongu við seks býráðslimum.
Samstundis vil Fólkaflokkurin hava Sjálvstýrið við í eina samgongu við sjey býráðslimum, men tað, sum lá í kortunum í nátt, skuldi tað vera við Atla S. Justinussen sum borgarstjóra.
Sostatt stendur tað til Jógvan Skorheim sjálvan at gera av um hann vil halda fram sum borgarstjóri – og sostatt standa eftir við einum góðum úrsliti, hóast hann hevði eitt vánaligt val.
Signhild Johannesen sigur, at enn hava tey einki hoyrt aftur frá Jógvani Skorheim, so tey sita enn og bíða eftir svari. Sjálvur hevur Jógvan Skorheim ikki at hitta í morgun.