Nú ber til at søkja um jólahjálp

Barnafamiljur, ið eru illa fyri fíggj­arliga, kunnu nú søkja um jólahjálp frá á­tak­i­num Í menniskjum góður tokki.

Til ber at søkja á tríggj­­ar ymiskar hættir:
– Far inn á www.takk.fo og fyll út um­sókn­ar­blað­ið á síðuni
– Prenta út um­sókn­ar­blað­ið av heim­a­síðini og send tað við postinum til Í menn­iskj­um góður tokki, Dala­tún 15, 100 Tórshavn
– Ring tlf. 220000 hós­kvøl­dið 29. nov og fríggja­kvøldið 30. nov millum kl. 19.00 – 22.00, so verð­ur um­sóknarblaðið fylt út um­­vegis telefonina.
Øll kunnu trygt søkja um jól­a­hjálp, tí eingin ó­við­kom­a­ndi fær innlit í um­sókn­ir­nar. Viðgerðin av um­­sókn­u­num fer fram í trún­­aði og undir tagn­ar­skyldu. Tá jólahjálpin er lat­in, verða allar umsóknir burt­­ur­beindar.
Í menniskjum góður tokki hev­ur í ár knýtt sam­starv við Taks, ið eft­ir­­kannar teir upp­lýs­ing­ar, sum givnir verða um inn­tøku. Tað er tí um­ráð­andi, at tey sum søkja upp­lýsa neyvar upphæddir, tá ið um­sóknarblaðið verð­ur fylt út.
Søkja fleiri enn til ber at veita jólahjálp, verð­ur jól­­­a­hjálpin latin teim­um fam­ilj­um, ið hava tað truplast.
Seinasta freist at søkja um jól­a­hjálp er fríggjadagin 30. nov­em­ber á miðnátt, og í sein­asta lagi 20. desember hava øll fingið svar.