Nú bróta teir brimgarðarnar

At niðurleggja Landsbankan og Hagstovu Føroya er enn eitt átak frá samgonguni at bróta grundina undan einum sjálvstøðugum, samhaldsføstum og ábyrgdarstýrdum Føroyum. Endamálið er at sleppa úrvaldum bólkum og bankum eftir pengunum hjá tí meiniga føroyinginum. Og teir fara við hesum eisini beint eftir pengunum í Samhaldsfasta Eftirlønargrunninum

Høgni Hoydal
-----

Nú er allur heimurin í kreppu, tí at øll stýring av bankum og fíggjarmarknaði, vórðu sleptar. Til frama fyri spekulasjón og politiskum ábyrgdarleysum avgerðum, ið bert gagnaðu nøkrum fáum.

Og hvat gera vit so í Føroyum? Niðurleggja Landsbankan og Hagstovuna! Skiljið, hvør ið skilja vil.

Men tað var helst væntandi. Tann høgravíðgongda sambands-samgongan hevur í eitt ár miðvíst sett eld á stórviðin, sum skal bera einum frælsum og samhaldsføstum samfelag fyri øll. Við sínum skattabroytingum. Við sínum fiskivinnupolitikki. Og við sínum fíggjarpolitikki, hava tey brotið niður skipanir og rættindi, sum ættarlið hava stríðst fyri at vinna. Tann meinigi føroyingurin skal gjalda, nøkur fá skulu valda.

Nú eru teir so farnir undir at bróta teir fáu brimgarðarnar, sum tað við tógvið stríð hevur eydnast at byggja í okkara politisku og búskaparligu skipan. Landsbankin og Hagstova Føroya eru stovnar, sum kunnu tryggja okkum óheftar upplýsingar og stýringsamboð til at taka ábyrgdarfullar avgerðir fyri føroyska samfelagið. Hetta eru brimgarðar, sum skulu standa ímóti og verja áhugamálini hjá tí føroyska fólkinum – og ikki verða stýrd av partapolitikki, spekulantum og stórkapitali.

Mótstøðan móti hagtølum og upplýsing
Síðani Erlendur Patursson í seksti-árunum fekk teir fyrstu tjóðarroknskapirnar til vega, hevur stór politisk mótstøða verið ímóti at hava neyv hagtøl, greiningar og stýringsamboð til føroyska búskapin. Upp gjøgnum 80’ini var tjóðarroknskapur støðgaður. Og ikki fyrr enn undir fullveldissamgonguni fingu vit aftur einum tjóðarroknskap.

Móti Landsbankanum hevur somuleiðis verið sera sterk mótstøða. Frá sambandskreftum, høgrakreftum og ikki minst frá bankunum í Føroyum. Tey hava ikki viljað havt ein stovn, sum kann regulera fíggjarmarknaðin og sum kann virka sum ein veruligur tjóðbanki. Tí hevur Landsbankin eisini altíð verið skerdur.

Og vit kenna úrslitið. Afturvendandi kreppur og politisk ábyrgdarundanstøkking: “Vit vistu onki. Vit kundu onki gera.”

Verkafjøldin fær fótin
Landsbankin umsitur tó í dag m.a. gjaldføri landskassans, gevur út lánsbrøv, er partur av Virðisbrævamarknaði Føroya og útvegar allar neyðugar greiningar og upplýsingar um føroyska búskapin og fíggjarmarknaðin. Og Landsbankin umsitur Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin (Samhaldsfasta), og tað fæið, sum er í honum.

Í lógini um Landsbankan skal arbeiðsmarknaðurin vera umboðaður í Umsjónarráði Landsbankans. Og higartil hava arbeiðsgevarar, fakfeløgini og harundir verkafeløgini valt umboð í Umsjónarráðið. Longu í januar í ár broytti Jørgin Niclasen tó eina kunngerð, ið avmarkaði ávirkanina hjá vanligum verkafeløgum at velja limir í Umsjónaráðið. M.a. hava vanligu handverkarafeløgini, verkafeløgini og feløgini hjá sjófólki nú nærum onga ávirkan.

Nú skal so Landsbankin niðurleggjast. Og vanligi arbeiðsmarknaðurin skal onga ávirkan hava.

Samhaldsfasti skal takast
Longu nú ætla teir at fara eftir eginpeninginum og umsitingini av gjaldføri landskassans. Her er ætlanin, at teir føroysku bankarnir – sum ongantíð hava verið reguleraðir við atliti til føroyska samfelagið og tann meiniga føroyingin – skula sleppa framat hesum almennu pengum.

Og ongin ivi er um, at ætlanin eisini er at fara eftir Samhaldsfasta og tí stóra fænum, sum har er. Teir vilja sleppa at hava politiskt vald á teimum pengum, sum allir føroyingar gjalda inn til Samhaldsfasta – og onkrir úrvaldir bólkar skulu sleppa framat teimum.

Tá ið Jørgin Niclasen á tíðindafundi herfyri fanst at bankunum í Føroyum, var hetta reinur sjónleikur. Politikkurin hjá samgonguni kemur bara at geva bankunum fyrimunir og nøkrum fáum atgongd til pengarnar hjá tí stóru fjøldini.

Hesir garpar mugu steðgast
Tjóðveldi hevur altíð stríðst fyri, at vit hava fremstu amboð, tjóðarroknskap og hagtøl, ið ikki verða stýrd av partapolitiskum valdsharrum. Tí skulu vit sjálvsagt hava óhefta og styrkta Hagstovu. Tjóðveldi hevur altíð barst fyri, at vit hava ein óheftan sterkan Landsbanka, ið gerst ein veruligur Tjóðbanki. Og Tjóðveldi hevur altíð kravt, at peningurin hjá øllum verður umsitin til gagns fyri øll. Tí fara vit heldur ikki at hyggja at, meðan teir tøma Landsbankan og Samhaldsfasta.

Vit vilja sjálvsagt við hond og fót at stríðast ímóti hesum avgerðum hjá samgonguni. Og vit vóna, at eisini fakfeløg og vinnufeløg fara at gera tað sama.