Nú byrjar GBOB Challenge 2008

Í 2007 vunnu Boys in a Band 1. plássið og 100.000 dollarar í GBOB kappingini. Nú fer GBOB Challenge 2008 í gongd við enn størri spenningi og enn betri vinningum
GBOB kappingin er tann størsta kappingin av sínum slag í heiminum. Kappast verður í meira enn 30 londum, men bara ein bólkur úr hvørjum landi sleppur víðari til Heimsfinaluna í London í desember, har møguleiki er at vinna 100.000 dollarar kontant.

 

Stríðið um, hvør skal umboða Føroyar, verður í Mentanarhúsinum tann 31. oktober.

Sum nakað nýtt fær føroyski vinnarabólkurin 3 serligar vinningar frá Kringvarpi Føroya, MOMO og Simma umframt høvið at sleppa til London.

 

Tað, sum krevst fyri at taka lut, er, at tit eru ein bólkur (minst tveir persónar), at tit spæla tónleikin sjálv (ikki play back) og at tit ikki spæla tøkuløg (eingi cover løg). GBOB Challenge hevur sum endamál at finna verulig talent og hjálpa til at fáa tey fram í ljósið.

 

Umframt møguleikan at taka lut í heimsfinaluni kunnu vit sum nakað nýtt í samstarvi við Kringvarpið, MOMO og Simma bjóða føroyska vinnaranum nakrar viðkomandi heiðursgávur:

Kringvarpið bjóðar vinnandi bólkinum tríggjar dagar í studio við tøkningi frá Kringvarpinum. Momo bjóðar sær at taka eitt sett av professionellum myndum av bólkinum. Og Simme letur eitt gávukort við virði á 10.000 kr til handilin hjá sær.

 

Føroysku umførini vera dag um dag í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Innleiðandi umfar fríggjadagin 31. oktober og Tjóðarfinala leygardagin 1. november.

Heimsfinalan verður í London Scala 14. og 15. desember.

 

Les meira og tekna til á www.gbob.com undir ?GBOB Challenge?. Tað er Jón Tyril, sum aftur í ár stendur fyri GBOB Challenge Føroyar.