Nú verður tað, at nýggja kunngerðin um at týna rottu, verður lýst. Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í innlendismálum.
Rottan er ein ring plága kring landið og í fleiri mánaðir hevur landsstýriskvinnan boðað frá, at ein nýggj kunngerð skulud setast í gildi við tí endamáli at herða stríðið ímóti rottuni. Men tað hevur drigið út og fyri nøkrum døgum síðani vildi Helgi Abrahamsen, sum hevur havt sæti á Løgtingi fyri Sambandsflokkin, hava at vita frá landsstýriskvinnuni, hvar málið liggur.
Hann spurdi stutt og greitt: Nær kann roknast við, at kunngerðin um fyribyrging og týning av rottum verður sett í gildi? Og svarið frá landsstýriskvinnuni er líka stutt og greitt: Kunngerðin er um at verða klár og verður lýst í november.
Eftir nýggju kunnugerðini verður staðfest, at tað eru kommunurnar, sum hava ábyrgd av at fyribyrgja og at týna rottu, bæði í bygdum og í óbygdum innanfyri kommununark. Kommunan skal eisini syrgja fyri útbúnaði til fyribyrging á sjónum á sjónum.
Og hereftir skal hvør bygd, og hvør býur í eini kommunu hava skikkað aktingarfólk at røkja skyldurnar hjá kommununi á hesum øki.
Øll, sum eiga, ella leiga fasta ogn í bygdum og í óbygdum, og tey, sum hava skip og bátar á sjónum, skulu tryggja, at rotta hvørki sleppur inn, ella støðast ímillum hús, við bygningar, úthús, fjós, brunnar, rør, fóðurflakar, før og annað.
Tilfar og leivdir, sum kunnu draga rottu at sær, skulu beinast burtur. Og ein og hvør, ið varnast rottu skal beinan vegin boða kommunustýrinum frá, og so hevur kommunan tríggjar dagar at kanna málið og at seta neyðug tiltøk í verk ella geva boð um, hvørji tiltøk skulu setast í verk.
Í løtuni eru tað 11 oyggjar, har rotta ikki er funnin, og tær eru Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Nólsoy, Hestur, Koltur, Sandoy, Mykines, Skúvoy, Stóra Dímun og Lítla Dímun. Rotta er heldur ikki staðfest í hólmunum, Mykineshólmi, Trøllhøvda, Tindhólmi og Gáshólmi.
– Kommunustýrið skal seta skelti á fleiri tungumálum upp við kunning um rottu, fráboðanarskyldu og rottufyribyrgjandi tiltøk á farstøðum, bryggjum og tyrlupallum, haðani farið verður til rottufría oyggj.
Tey, sum regluliga sigla til rottufríar oyggjar, skulu seta skelti upp umborð við kunning um rottu, fráboðanarskyldu og fyribyrgjandi tiltøk. Og øll, sum flyta fólk, fæ ella farm til rottufría oyggj, skulu tryggja, at rotta ikki verður flutt við teimum út á rottufría oyggj. Og tað sama ger seg galdandi fyri tey, sum flúgva til rottufríar oyggjar.
Eisini feløg, sum eiga, ella reka undirsjóvartunnil til rottufría oyggj, skulu áhaldandi hava eftirlit við, um rotta er í tunlinum, og tað skulu altíð vera bæði rottufellur, og rottueitur, í tunlinum.
Og tey virki, heilsølur, handlar, og onnur, ið senda vørur til rottufría oyggj, skulu tryggja sær, at rotta ikki fylgir við, og at vøran er pakkað soleiðis, at rotta ikki sleppur framat. Vøra og farmur, ið skal sendast til rottufría oyggj, skal vera nýpakkað og má ikki goymast úti, stendur í rottukunngerðini.