Nú byrjar HM í dart

Fyrstu pílarnir verða tveittir í kvøld - sí favorittarnar her.

Í kvøld verða fyrstu pílarnir tveittir í HM í dart. Hetta er HM-kappingin 2019 hjá PDC, tí stinnara og kendara dartsambandinum, har kendir menn sum Michael van Gerwen og aðrir av heimsins bestu luttaka.


14-faldaði heimsmeistarin, Phil Taylor, gavst eftir HM í fjør, og í ár hava tríggir mans møguleikan at leggja seg á 2. pláss við at vinna HM á triðja sinni. Teir eru Michael van Gerwen, Gary Anderson og Adrian Lewis.


Tríggir dystir eru í kvøld. Kl.19.30 dystast Jeffrey de Zwaan og Nitin Kumar, kl.19.50 dystast Martin Schindler og Cody Harris, og kl.20.30 eru tað Jan Dekker og kvinnuligi heimsmeistarin, Lisa Ashton.


Vinningarnir í ár eru søguliga stórir. 20,4 milliónir krónur verða latnar í vinningum, harav heimsmeistarin fær góðar fýra milliónir. Finalan verður 1. januar.


Heimsmeistarar

2018: Rob Cross

2017: Michael van Gerwen

2016: Gary Anderson

2015: Gary Anderson

2014: Michael van Gerwen


Favorittar

Michael van Gerwen, odds 2,37

Gary Anderson, odds 4,33

Peter Wright, odds 11,00

Michael Smith, odds 15,00

Rob Cross, odds 19,00


Odds: Bet365