Nú byrjar summarið á motorsúkklu

Í morgin verður MC-Boogie aftur á skránni, og hetta er eitt tiltak fyri øll motorsúkkluáhugaði.

Leygardagin 12. mai - tað er í morgin - verður MC-Boogie aftur á skránni. Hetta er eitt tiltak fyri øll motorsúkkluáhugaði, sum Føroya-MC skipa fyri.

 

Tiltakið hevur verið á hvørjum ári og hevur verið mett sum startskot til motorsúkklusesongina. Tiltakið plagar at vera væl vitjað, og okkurt ár hava fleiri enn 100 motorsúkklur luttikið á MC-Boogie.

 

- Tiltakið er skipað soleiðis, at súkklurnar møtast á Magn við Ringvegin í Havn klokkan 11, har møguleiki verður at fáa ein kaffimunn og prát við aðrar motorsúkklukoyrarar, áðrenn sjálvur túrurin byrjar.

 

Tey, sum standa aftan fyri MC-Boogie, siga, at byrjað verður at koyra klokkan 12. Fyrst verður koyrdur ein túrur gjøgnum býin, áðrenn farið verður norðureftir.

 

- Umleið klokkan 12.45 verður steðgað eitt bil við Magn við Streymin, soleiðis at fólk kunnu strekkja sær beinini, og siðan verður koyrt til Selatraðar, sigur Føroya-MC.