Nú eigur Tórur eisini metið á 400 metrum

Frælsur ítróttur: Tórur Mortensen hevur sett enn eitt met – hesum ferð á 400 metrum

Leygardagin setti Tórur Mortensen met á 400 metra renning á Tórsbreyt. Hann hevur longu metini á 100, 200 og 300 metrum, umframt í trýstøkk bæði innandura og uttandura. Tórur Mortensen raðfestur trýstøkk hægst, men evnini røkka til meir.

- Leygardagin royndi Tórur Mortensen seg fyri triðju ferð á 400 m teininum, har tann seinasta royndin var í 2015. Orsøkin til at tað er so langt ímillum royndirnar á 400 m er, at Tórur fyrst og fremst fokuserar uppá trýstøkk, har hann áðrenn hann bleiv skaddur var millum teir allar bestu í norðanlondum, skrivar Heri Ziska, venjari, og forklárar víðari.

- Meðan Tórur hevur verið skaddur, hevur hann fokusera meir uppá sprint og í seinastuni longdarlop. Sprintmetini hevur hann tikið so við og við, men enn var 400 m eftir. Venjing til 400 m krevur eitt element afturat teimum, sum krevjast til styttru sprint-teinarnar, nevniliga “syru”-úthaldni. Hini elementini eru effektivur rennistílur, acceleratión, høg toppferð og sprintúthaldni. Av tí at Tórur hevur hini fýra uppá pláss, var avgjørt eftir annað umfarð av Grand Prix á breyt fyri trimum vikum síðan, at gera eina roynd at taka metið á 400 m. Tískil var venjing tillaga til at optimera “syru”-úthaldni hesar tríggjar vikurnar, skrivar Heri Ziska.

Tíðin gjørdist 49,41 sek, sum merkir at Tórur Mortensen tók 0,79 sekund av føroyska metinum. Dánjal Dahl Ljósheim fylgdi honum á mál við tíðini 51,69 sek, sum er næstskjótasta tíð hjá føroyingi í fleiri nógv ár. Haril metir Heri Ziska, at Tórur Mortensen kann taka upp til eitt sekund av metinum afturat.

- Nú verður fokus aftur flutt yvir á lop, har skaðin í knænum nú er komin so mikið fyri seg, at Tórur er farin at leypa trýstøkk aftur, eisini í kapping. Í ár verður tó primert fokus á, at optimera longdarlop, og spakuliga at økja um intensitetin í trýstøkk, soleiðis at hann, tá hann flytir til Aarhus eftir summarferiuna, kann venja optimalt. Tá fær hann á fyrsta sinnið møguleika fyri at venja væl um veturin, tí har kann hann venja inni og tískil fokusera uppá tað, sum krevst og ikki tað, sum veðrið loyvir, skrivar Heri Ziska. 

Tey metini Tórur eigur í løtuni eru:

Uttandura:

100 m: 11,12 sek (2019)

200 m: 22,43 sek (2019)

300 m: 36,14 sek (2019)

400 m: 49,41 m (2020)

Trýstøkk: 15,03 m (2016)

4x100 m: 45,18 sek (2019) (saman við Magnus Dal-Christiansen, Dánjal Dahl Ljósheim og Miso Buha)

4x400 m: 3 min 37,05 sek (2019) (saman við Magnus Dal-Christiansen, Dánjal Dahl Ljósheim og Miso Buha)

Innandura:

60 m: 7,09 sek (2018)

Trýstøkk: 14,78 m (2017)