Nú er AB ovast

AB hevur í dag tikið stórt fet ímóti uppflyting til Formula deildina.

Argjamenn vitjaðu í Gundadali, har tað varð roknað við torførari uppgávu ímóti væl mannaða HB liðnum.

Í oysandi regni vístu ungu AB spælararnir seg sum rættar menn. Teir vunnu 3-0 eftir 1-0 í 1. hálvleiki.

Thomas Hans Rubeksen legði fram ímóti steðginum AB framum eftir uppspæl frá Tróndi Sigurðsson.

Rói Danielsen økti til 2-0 eftir frísparksinnlegg frá Alex Mellemgaard, og innskifti Nicolaj Eriksen staðfesti rimmar sigurin, sum ber við sær, at AB nú er oddalið í 1. deild.