Nú er aftur virksemi í handarbeiðsskúlanum

Eftir at onki skeið hevur verið í Handarbeiðsskúlanum í eitt ár vegna plásstrot, er gongd komin á aftur skúlan. Fólk tekna seg til tey ymsu skeiðini allatíðina, og Anna Absalonsen, ein av lærarunum, fegnast um, at tey hóast alt ikki eru gloymd

Klaksvík:
Nú eru maskinurnar farnar í gongd aftur í handarbeiðsskúlanum. Skúlin, sum nú er fluttur í ein kjallara í einum sethúsum á Kjalarvegnum, er vældámdur, og fólk koma til hann úr øllum Føroyum. Nú hevur skúlin verið í nøkur ár. Tað fyrsta árið skuldi bert vera ein roynd, men framvegis koyrir skúlin undir somu skipan, sum ongantíð er endurskoðað. Skúlin er undir kvøldskúlanum, og leiðari er Eigil Hentze, varaskúlastjóri í skúlanum á Ziskatrøð,sum so eisini hevur allan kvøldskúlan.
Anna sigur, at tey vóru eitt sindur bangin fyri, at fólk høvdu gloymt skúlan, nú onki virksemi hevur verið í eitt ár, men tað letur tað ikki til.
? Fólk tekna seg allatíðina til, og tað er bara at fegnast um, sigur hon.
Skúlin hevur eitt breitt úrval av handaligum lærugreinum, sum næmingarnir kunnu velja ímillum. Skeiðini eru ymisk í tíðarlongd ? alt eftir hvør lærugreinin er. Til dømis er maskinbindarí tríggjar dagar, meðan broderí til føroyska búnan er tíggju dagar. Og tá eru tey ofta ein dag um vikuna og fara síðani heim at brodera víðari og koma so aftur til at fáa vegleiðing.
Av lærugreinum kunnu nevnast brodering til føroyska búnan, tekning, tøving av ull, maskinbinding, skinnseyming av ymsum slagi og garving. Tó skal leggjast afturat, at hetta seinasta bert er tað fyrra hálvárið beint eftir at slaktið er av.
Anna sigur, at teir flestu næmingarnir taka eitt ella tvey skeið um árið. Skúlin byrjar í august og skeiðir eru allatíðina fram til mai mánað.
Skúladagurin er frá 8:45 til 15:15. Hetta hava tey gjørt, tí fólk koma aðrstaðni frá, og so passa tíðirnar væl við Dúgvuna.
? Beint nú er ongin úr Suðuroy, men vit fáa næmingar úr øllum landinum hendanvegin, sigur Anna.
Skúlin má eisini sigast at vera fyri øll. Sum nakað nýtt eru tey nú farin undir eitt kvøldskeið í tekning, sum dregur nógv ung til sín. So aldurin á næmingunum í ár liggur frá 15 upp móti teimum 70.
Anna ásannar tó, at tað hevði verið betur, um skúlin hevði egin høli, tí tað kann ikki sigast at vera nøktandi, at hann heldur til í einum sethúsakjallara. Men beint nú fegnast hon bert um, at skúlin er komin í gongd aftur. Og tað ber til at arbeiða í kjallaranum ? um enn har er trongligt til tíðir.