Landsstýrið arbeiðir nú við einum nýggjum hjálparpakka, sum skal stuðla upp undir fyritøkur, sum eru komnar í neyð av korona.
Tað segði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum við útvarpsstøðina, FM1 nú á miðdegi.
Hann sigur, at hjálparpakkin verður klárur í morgin sum ein annan dag og hann fer at umfata tær fyritøkur, sum ikki eru umfataðar av tí fyrra hjálparpakkanum.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr landsstýrismannin greiða frá.