Frystilínuskipið Ågot hevur higartil í ár gjørt tveir góðar túrar undir Føroyum, og nú ætla teir sær at gera ein túr aftrat undir Føroyar, áðrenn kósin verður sett yvir á Femish Kap.
Ætlanin hjá skiparanum, Hjalturi Poulsen, er, at manningin skal mynstra seinnapartin mikudagin klokkan 17, men teimum vantar ein royndan línumann, sum nú kann fáa kjans umborð.
Ågot er einasta føroyska frystilínuskip, sum ikki loysti um ársskiftið og stevndi yvir á leiðirnar við Femish Kap. Teir valdu heldur fyrst at gera nakrar túrar undir Føroyum, áðrenn teir fóru yvir.
Hini frystilínuskipini, Klakkur, Kambur, Stapin og Eivind, sum øll eru størri enn Ågot, hava síðan byrjanina av hesum árinum havt góðan fiskiskap á Flemish Kap.
Hjaltur Poulsen, skipari á Ågot, sigur, at tá hesin triðji túrurin undir Føroyum í ár er lokin, verður farið vestur um hav, har teir vónandi kunnu fiska upp í skipið tríggjar ferðir.