Oljuráðstevna
Jan Müller
Nú oljuráðstevnan í Norðurlandahúsinum er farin aftur um bak bendir okkurt á, at føroysk vinna kenna seg meira trygga. Nógv bendir á, at oljufeløgini hava skilt boðskapin frá føroyskum myndugleikum um at brúka føroyskar vørur og tænastur í leititíðini.
Í fyrilestri sínum á oljuráðstevnuni í farnu viku segði Martin Miles, stjóri í BP m.a., at teir ynskja at fáa føroyskar høvuðsveitarar á teimum ymsu økjunum og í hesum sambandi nevndi hann eisini møguliga leiklutin hjá Atlantsflog. Hann vísti á, at teir vilja samarbeiða við Atlantsflog um tær flogveitingar, sum eru knýttar at boringunum, sum skulu fara fram. Hann vísti eisini á, at á skipasíðuni vilja teir brúka eitt føroyskt felag at standa fyri arbeiðinum og vilja teir hjálpa tí at koma út at gera sáttmálar við onnur feløg í Aberdeen ella Stavanger til at veita tænastuna. Eisini umboðini fyri hini fyristøðufeløguni, Amerada Hess, Statoil og Agip søgdu seg vilja liva upp til krøvini um føroyska luttøku.
Magni Arge, stjóri í Atlantsflog og formaður í Oljubólkinum hjá Vinnuhúsinum fegnast um hesa gongdina og sigur, at hetta í veruleikanum merkir, at tað verða teir føroysku veitararnir, sum hava tað beinleiðis samskiftið við oljufeløgini, og at føroysku veitararnir síðani hava teir útlendsku veitarararnar sum undirleverandørar. -Tað ger, at vit koma inn í ta sentralu støðu, sum man bara kundi vónað, at føroyska vinnan kom í. Tað haldi eg var ómetaliga positivt, tí tá hevur tú størsta møguleika at fáa eina førleikamenning og útbyggja tína luttøku sum frálíðir.
Magni Arge heldur tað eisini vera gleðiligt, at bæði BP og eisini Amerada hava spælt út við fleiri kontantum meldingum, sum avklára nøkur viðurskifti. ? Soleiðis at tað ikki longur er ein skuggaboksing, har tú spekulerar uppá, um tað bara eru føgur orð, sum verða borin fram, ella um tað eru realitetir aftanfyri. Í hesum førinum má man siga, at teir hava spælt kontant út og víst, at tað eru realitetir aftanfyri.
Staðfesta føroyska luttøku
Eitt av endamálunum við oljurástevnuni í farnu viku var at fáa oljufeløgini út úr »buskinum« og finna út av, hvat er veruleiki og ikki. Eitt annað var at staðfesta viljan til føroyska luttøku. ? Vit eru komin longur enn eg hevði roknað við longu nú, tí oljufeløgini hava staðfest so klárt og týðuligt, at tey vilja arbeiða við føroysku veitarunum, og at vit koma at fáa eitt partnerskap í samstarvinum frameftir.
Hetta heldur Magni Arge vera sera spennandi og vísir á, at nú vit eru í eini leititíðarskeiði kunnu vit heldur ikki gera stórar íløgur í framtíðina eitt nú í tyrlur o.a. men kemur man heldur at samarbeiða við kendum tyrluoperatørum ol. Tað er greitt, at olja má verða funnin, áðrenn føroyingar fara út í størri íløgur í framtíðina.
? Men tað er so gott fyri okkum, at oljufeløgini koma út við so klárum útmeldingum, sum tey gjørdu á ráðstevnuni, har tað jú greitt vísti seg, at at oljufeløgini vilja liva upp til føroysku krøvini og ynskini.
Magni Arge, sum sjálvur varð orðstýrari á allari stevnuni, er eisini fegin um, at oljufeløgini loksins komu út við eini so greiðari útmelding um, at tey vilja hava ein basa næstu tvey árini, meðan leitingin fer fram og at øll fýra fyristøðufeløgini fara saman um tað.
? Um tað er betri veit eg ikki. Men tað ger myndina nakað einfaldari, við at tú fær avklárað nøkur viðurskifti.
? Men eru vit ikki veikari, tá tey standa saman?
? Tað kann man altíð siga. Tá oljufeløgini fara saman so er tað ikki so lætt hjá okkum at spæla tey út móti hvørjum øðrum, meðan tað hinvegin er lættari hjá teimum at spæla okkum út móti hvørjum øðrum. Tá er tað so ein spurningur, um vit duga at standa saman í hinum endanum og royna at fáa tingini gjørd uppá ein skilagóðan máta.
? Tað setir væl eisini stór krøv til eitt felag sum Før-oya Arbeiðsgevarafelag?
? Avgjørt ? men kanska meira til teir aktørarnar, sum eru innan fyri sama øki, nevniliga at teir í felag finna út av at arbeiða saman. Eg trúgvi í mongum førum er tað líka neyðugt við einum samstarvi fyri at hava tann kapacitetein tøkan, sum skal til fyri at veita ta tænastu, sum er neyðug.
Uppá fyrispurning um tað ikki verður ein trupulleiki hjá føroyskum ídnaði at vera klárur longu til í summar velur Magni Arge heldur at brúka orðið avbjóðing.
? Nú hava vit boðið okkum fram tey seinastu fimm árini og nú er at bretta upp um armar og taka við avbjóðingini og fáa sum mest burtur úr henni. Olufeløgini eru eisini púra greið yvir, at tað er eitt sera stutt skotbrá, so tað er ein spurningur um at finna tær møguligu loysnir, sum lata seg gera til komandi summar. Tað er eingin, sum sigur, at tann rutinan tú fær upp at standa í 2001 skal vera tann sama árini eftir, tá tú jú hevur havt fleiri ár aftrat at menna teg í. So eg gangi út frá, at man finnur praktiskar loysnir, sum lata seg gera. At vit síðani alla tíðina menna tann føroyska førleikan og leiklutin í hesum samanhanginum.
? Men kann tað vera ikki verða so, at oljufeløgini kunnu fáa óneyðugar fyrimunir, um vit vísa okkum ov svangar?
? Eg haldi ikki, at man kann siga, at føroyski ídnaðurin í løtuni er líka so svangur hann var í 1995. Lutvíst hevur tú lítið og einki arbeiðsloysi og allarflestu fyritøkur hava út at gera. Nógvar hava havt nógv góð roknskaparár, so tað haldi eg ikki er ein trupulleiki.