Nú er at fara í arbeiðsklæðini

Tað ber ikki til at siga, at talan hevur verið um friðarligar og romantiskar hveitibreyðsdagar hjá nýggju samgonguni. Hon er stutt sagt komin so illa frá startinum, sum tað ber til. Í staðin fyri at taka tøkini, sum so dyggiliga tykjast vera neyðug orsaka av syndarliga fíggjarliga fatninginum, sum landskassin er í, so hevur samgongan ligið tvør, meðan skuldsetingarnar hava floymt yvir tann eina landsstýrismannin

.

Fyrrapartin í gjár reageraði so løgmaður. Tað skal hann eiga rós fyri. Seinastu seks árini hava tað verið alt ov nógv dømi um, at naggatódnin bara er vorðin størri og størri, tí løgmaður hevur bíðað og bíðað í vón um, at viðurskiftini fóru at greiða seg sjálvi.

Løgmaður eigur at vera upp á forkant við gongdina. Um hann ikki hevði reagerað í gjár heldur enn í dag, so høvdu trupulleikarnir, ið eru komnir í ljósmála seinastu vikuna, ikki bara verið trupulleikarnir hjá landsstýrismanninum og sambandsflokkinum. Teir høvdu eisini verið trupulleikarnir hjá samgonguni og serliga hjá løgmanni. Við stignum hann tók í gjár, hevur løgmaður livað upp til tað, sum hann sambært stýrisskipanarlógini eigur at liva upp til.

Løgmaður loysir landsstýrismenn úr starvi, sigur stýrisskipanarlógin, og tað hava vit fleiri ferðir verið vitni til. Tað stendur eisini í stýrisskipanarlógini, at løgmaður útnevnir landsstýrismenn. Tað mugu vit staðfesta, at hann ikki ger. Tað eru tingmanningarnar, ið reelt eiga tann lutin, og prosessin, ið førir fram til útnevningina, hevur ikki altíð verið so tespulig.

Nú kunnu vit spyrja, um tað ikki hevði havt verið skilabetri, um løgmaður hevði átt størri reellan part í leiklutinum, ið stýrisskipanin formliga sigur, at hann eigur at hava. Spurningurin er eisini, um tað er rætt, at løgtingið bara skal hyggja at og ikki hava møguleikan at gera viðmerkingar til, hvør verður landsstýrismaður. Gamaní ber til at seta uppskot um misálit fram, og tað hevði ivaleyst komið eitt sovorðið uppskot ímóti fiskimálaráðharranum í morgin, um løgmaður í gjár ikki hevði fyribyrgt hesum. Men tað undrar, at løgtingið ikki kann hava møguleika at tala, áðrenn tað er komið so mikið langt. Hetta eigur at geva stoff til eftirtanka.

Tá ið Bill Clinton hevði tikið við sum forseti í USA í 1993, var skilið ringt. Fleiri av útnevningum hansara vóru óhepnar, og hann noyddist at taka onkrar aftur. Tey árini, hann var forseti, verða mett at vera millum tey við størsta framburðinum hjá USA. Fyrstu vikurnar hjá nýggju samgonguni hava í besta førinum verið óstøðugar. Fyritreytir áttu at verið fyri, at tað, ið fer at koma aftaná, verður sum hjá USA undir Clinton. Viljin og kemiin tykjast vera til tað.

Spurningarnir um leiklutin hjá pressuni, og um Johan Dahl var juridiskt sekur ella ikki, fara at verða endavendir, og tað er gott og sunt fyri fólkaræðið. Løgmaður nýtti í hesum førinum politiska myndugleikan, ið hann hevur, og sum er grundaður á politiska meting av støðuni. Tað eigur hann rós fyri. Ráðini eru ikki til hólmgongu um avgerðina hjá løgmanni. Sambandsflokkurin eigur í samráði við løgmann at finna rætta persónin til uppgávuna í fiskimálaráðnum, og so eiga øll at líta frameftir. Tað hevði sømt seg politikarunum.

Hveitibreyðsdagarnir fingu ein bráðan enda. Samgongan kann nú fara í arbeiðsklæðini, og landsstýrismenninir sleppa ikki at keða seg. Nóg mikið er at takast við. Fyrsta takið er fíggjarlógin. Í tí arbeiðnum er serliga hjá fíggjarmálaráðharranum og løgmanni saman við samgonguni at vísa handalag og áralag, ið sømir seg búnum politikarum.

Sosialurin