Nú er at standa fast yvirfyri miðstaðar áganginum

Politikarar og onnur fólk, sum búleikast í miðstaðarøkinum rópa varskó, tí tey óttast fyri, at Havnin skal tømast fyri almenn arbeiðspláss

Meira láturliga grundgeving skal mann leita leingi eftir, tí at flyta 10 ella 50 almenn arbeiðspláss úr Havnini til Suðuroyar sæst ikki aftur í Havnini, men í Suðuroy merkist og sæst tað aftur í allar mátar, sum hesir politikarar og onnur góð fólk í miðstaðarøkinum slett ikki skilja.

Rópið um, at stovnar syndrast við at flyta teir er so dyggiliga afturvíst, tað er heldur tvørtur ímóti, besta dømi um hetta er flytingin av SSL til Suðuroyar.

Landsstýrismenninir kunnu byrja við at leggja alt viðvíkjandi lønum hjá V&B og øðrum almennum stovnum undir SSL í Suðuroy, hetta er teldutøkt arbeiði, so har er eingin trupulleiki.

Nú er ikki at ganga sum ketta um heitan greyt, men hava breiðan rygg og standa við sítt.