Nú sær tað út til at Manchester United hava gjørt avtalu við Crystal Palace, um at keypa unga verjuspælaran Van Bissaka.
21 ára gamli enski verjuspælarin, verður næsti leikarin Manchester United keypa í summar. Teir flestu miðlarnir siga at Van Bissaka fer at kosta Manchester United 417 milliónir krónir.
Van Bissaka fekk sítt gjøgnumbrot seinasta kappingarár, við Crystal Palace, og Manchester United vónar at hann kann loysa nakrar av truppuleikunum, ið United hevði í verjuni seinasta kappingarár.