Tórbjørn Jacobsen
---------
Eini boð lógu í klivanum fyri løtu síðani, ein gamal kenningur, ein av durkdrivnu útróðrarmonnunum í Klaksvík, spurdi um eg hevði hoyrt útvarpið á náttverða. Tað hevði eg ikki, tí júst um tað mundið varð eg steðgaður av donsku løgregluni í Kollafirði, ávegis av tingfundi til aðalfundar hjá Eysturoyar Tjóðveldisfelag í Funningi. Slapp snikkaleysur, men skilti á lagnum, at ein annar starvsmaður hjá donsku løgregluni í Føroyum, sum av órannsakiligum orsøkum er settur politiskt, at umsita og handhevja høvuðsvinnuna í landinum, hevði verið og breitt seg út um nýggju vinnugreinina, hann hevur lanserað og sett í verk, partroling við lemmatrolarum á upsaleið. PS-handlangarin hjá borgarligu flokkunum hevði klipt og snøggað til. Guð viti hvørji ráðini teir taka til, táið teirra Mopsitta tanta í Sortudíki fer í farloyvi?
Ljóðfílurin frá fyrispurningunum á tingi ídag eru ikki komnir fram í ljósmála á heimasíðuni enn, tí er neyðugt at endurgeva kutið úr tíðindunum:
“Eitt par fekk eitt royndarloyvi frá Fiskimálaráðnum at partrola uttanfyri fiskidagaringin. Tann eini trolarin hevði havt eitt royndarloyvi áðrenn, sum hann ikki hevði brúkt, og tað bleiv so broytt nakað, tað royndarloyvið bleiv givið út frá teirri fatan, at tú skuldi hava loyvi til at skula kunna partrola við lemmatrolarum. Tað vóru aðrir sum eisini søktu og bóðu um at sleppa at royndartrola, og tað bleiv givið noktandi svar um tað, stadigvekk útfrá teirri fatan, at tað var soleiðis at lógin býtti upp.”
Fyri tey flestu man hendan svadan kennast sum volapykk i seytjanda potensi. Fyrst skal eitt royndarloyvi vera latið útfrá teirri fatan, at lemmatrolarar skuldu kunna partrola, og síðani eru umsøknir ikki gingnar á møti, tí at fatanin var, at hetta ikki lat seg gera, soleiðis, sum lógin býtir upp. Umframt fullkomnu sjálvsmótsøgnina eru ongar tíðarásetingar, reglubrotið er ikki samanhangandi, og tað er skilligt, at maðurin sum tosar, er púrasta konfus, og at hann nú er so sperdur, at hann enn einaferð roynir at rógva framundir, at onkur annar skal hava sett hol á og slóða fyri hesum gallskapinum í umsitingini av lógini um vinnuligan fiskiskap, sum Mr. Vestergaard einsamallur maður hevur ábyrgdina av, og ongum tørvar eina professaragrad fyri at snodda seg fram til orsøkina. Partapolitisk umsiting av høvuðsvinnuni fyri politiskan vinning er jú skjaldramerkið hjá radikalu sjálvstýrarunum. Tí krevja teir hendan sessin hvørjaferð landsstýrisskifti er, og fáa teir hann ikki, eru teir meistarar í at mobilisera sínar kanuttar í vinnuni andvegis tí meinfýsna, sum av “órøttum” er komin inn á teirra gebet. Tað er jú hiðani, at alternativa hierarkiið í flokkinum verður leskað, fraktiónin, ið er garanturin fyri tilverugrundarlagnum hjá teimum, ið einaferð søgdust vera bæði liberalir og radikalir í mønu og mergi.
Lat meg sláa fast við sjeytummaseymi, einaferð enn, at “Edna” og “Rankin” fingu eitt royndarloyvi galdandi frá 5. juni til og við 31. desember 2008, til at royna partroling á somu leiðum sum djúpvatnstrolararnir áður veiddu á. Knattstøðurnar, sum Havstovan ráðgav okkum við, skilmarkaðu greitt, at hendan royndin, ið bara hevði sum endamál at finna útav, um betri rakstur fekst í royndina eftir kongafiski og øðrum fiskasløgum, bara kundi fremjast har, sum lemmatrolararnir áður høvdu roynt - á ytri leiðum. Loyvið var ongantíð brúkt, og var ikki til eftir árskiftið 2008/09. Tað var ikki eksisterandi eftir 1. januar 2009. Makulerað. Nú sigur Vestergaard í rangsnúgvingini, at hetta royndarloyvið bleiv broytt, hvussu í Harrans navni kanst tú broyta eitt loyvi, sum ikki er til? Og hvør er hendan fatanin, ið hann nú roynir at krøkja uppí onkran annan?
Tað var ongin – als ongin - fatan í Fiskimálaráðnum í mínari tíð, sum nær í námindi ella á nakran hátt kjálkaði upp ímóti tí, at tað skuldi bera til hjá lemmatrolarum at partrola, soleiðis sum Vestergaard nú praktiserar lógina um vinnuligan fiskiskap, har bólkur 1 (lemmatrolarar) og bólkur 2 (partrolarar) eru ein og hin sami, hóast annar bólkurin er uttanfyri og hin innanfyri fiskidagaskipanina. Avleiðingin er, at skip nú bráðliga eru komin inn í fiskiveiðina í fiskidagaskipanini uttan avmarkingar í døgum yvirhøvur. Harvið hevur Vestergaard neyðtikið skipanina, torpederað skottið ímillum hana og bólk 1 og vaksið um veiðitrýstið, sum var ivaleysa stórt frammanundan, og harvið er alt tos um burðardygga veiðu eisini out of question í hesum bólkinum (2), ið sum tann einasti, av egnum ávum, var komin heilt nær at tí markinum.
Hóast tað er nærum óskiljandi, ólogiskt og viljað manipulerandi, tað sum maðurin sigur í Útvarpinum, so gongur tó greitt fram, at hann – Vestergaard – hevur givið tveimum lemmatrolarum eitt royndarloyvi til at partrola í upsafiskiskapinum. Hvørjum skal hendan royndin tæna? Hvat er endamálið við royndini? Hava skipararnir á partrolarunum ikki roynt alt tað sum roynast kann á Føroyaleiðunum, og skuldi onkur royndin verið gjørd, fyri at fáa Fiskimálaráðnum ella Havstovuni einhvørja vitan, hví leigar fiskimálaráðharrin so ikki eitt av verandi pørum til endamálið, sum eru í tí fiskiskapinum frammanundan?
Summa summarum skal eg endurtaka, um svarið til Hans í Líðuni í Dimmalætting týsdagin ikki var monnum nóg greitt, at tað einasta, ið eg sum fiskimálaráðharri havi havt við hetta málið at gera, var at geva tveimum lemmatrolarum loyvi til at gera eina roynd, at partrola eftir kongafiski og øðrum djúpvatnsfiskasløgum í 7 mánaðir. Hetta var ætlað, sum ein roynd fyri at vita, um betri rakstur kundi fáast í fiskiveiðina á ytri leiðum á hendan hátt. Loyvið var ongantíð brúkt, og var ikki til í skipanini yvirhøvur - eftir árskiftið 2008/09.
Tulkingin av lógini hesum viðvíkjandi var klokkuklár í mínari tíð á Heykavegnum. Tað umsitingarliga vitloysið, sum nú gongur fyri seg í Fiskimálaráðnum, kom ongum til hugs, tí loyvi eg mær at hugsa tankan, at vit aftur hava fingið partapolitiska umsiting av høvuðsvinnu landsins, heldur enn ta fakligu umsiting, sum í 15 ár hevur tvíhildið um, at tað, sum nú fyrigongur á landgrunninum, ikki er møguligt sambært lógini um vinnuligan fiskiskap. Og hevði Vestergaard verið av somu fatan, hevði hann sjálvsagt tipt holið í lóggávuni umgangandi. Heldur í dag enn í morgin. Sum ein fólkafloksmaður tók til fyri kortum: “Ongin veit hví hesin politisturin er endaður sum fiskaríministari, fyrru ferðina var undanførslan, at hann fekk ov fáar atkvøður, og seinru ferðina fekk hann ov nógvar atkvøður.” Ivaleyst fer hendan oyðileggjandi torpedoin, hann nú hevur varpað inn í føroyska fiskiveiði, at gera tað, at tað fer at lagra úr onkrari áður so turrari veljarakeldu. Drúgt er tað, ið drýpur.
Nú er lygnin einasta vápnið, sum eftir er í Fiskimálaráðnum. Og tað man nú vera vorðið eitt samfelt - kollektivt - føroyskt ynski, at ráðharrin leggur lurkin, áðrenn hann ger enda á samfelagsins grundarlagi og meginvirðunum undir framkomna vælferðarsamfelagnum Føroyar.