Nú er Birna jarðað

Hallgrímskirkjan í Reykjavík var full av fólki, tá Birna Brjánsdóttur fór til gravar, og tað vóru vinir hjá hini 20 ára gomlu, sum bóru kistuna úr kirkjuni.

 

Hallgrímskirkjan í Reykjavík var full av fólki í dag, tá 20 ára gamla, Birna Brjánsdóttur, fór til gravar. Millum tey mongu, sum søgdu nøkur orð í kirkjuni, var íslendski biskuppurin, Agnes M. Sigurðardóttir.

 

Tað vóru vinir hjá Birnu, sum bóru kistuna úr kirkjuni. Eftir jarðarferðina hittust familja, vinir og kenningar í einum hangari hjá íslendsku sjóverjuni.

 

Foreldrini hjá Birnu Brjánsdóttur høvdu frammanundan heitt á miðlarnar um at vísa atlit við jarðarferðina og ikki at taka nærmyndir av syrgjandi familju og vinum.

 

Familjan hevur eisini heitt á fólk um - í staðin fyri at lata blómur - at lata eina gávu til felagsskapin, Iceland Search And Rescue, sum gjørdi stórt arbeiði, tá leitað varð eftir Birnu Brjánsdóttur.

 

Átta dagar eftir, at hon seinast varð sædd á lívi, leygarmorgunin 14. januar, varð líkið av henni funnið í fjøruni við Selvogsvita.

 

Annar av teimum, sum vórðu skuldsettir eftir grein 211 í íslendsku revsilógini, ið snýr seg um dráp, situr framvegis í varðhaldi, meðan hin í gjár varð leyslatin og er ikki longur undir illgruna fyri dráp.

 

Tann, sum nú skal sita í varðhaldi í fyribils 13 dagar aftrat, noktar seg sekan í at hava verið atvoldin til lagnuna hjá Birnu Brjánsdóttur.