Nú er ein triðingur eftir

Seinnapartin verður 18. umfar í Vodafonedeildini á skránni. Tá ið teir fimm dystirnir vera liðugt leiktir verða tveir triðingar av kappingini avgreiddir.

Toppliðið B36 er á heimavølli ímóti NSÍ. Árstalsfelagið skal reisa seg eftir tapið í Streymnesi mikukvøldið. Hetta var fyrsta ferðin í ár, at B36 fór av vøllinum uttan úrtøku. Tølini siga, at NSÍ er í aldudali. Teir í Runavík hava ikki vunnið, síðani tað í 12. umfari, sum var 19. juni, eydnaðist at vinna 6-4 í Sørvági. Síðani tá hevur NSÍ tapt eina ferð og spælt fýra ferðir javnt. Í 9. umfari endaði tað við 3-2 B36 sigri við Løkin.

Víkingur skal inn um Varmakeldueið til grannauppgerð. Tapið í Gundadali mikukvøldið bar við sær, at ÍF nú er næstaftast. Øðrvísi er hjá Víkingi, sum er næstfremst. Víkingur hevur ikki tapt síðani 27. mai. Tá ið ÍF 23. mai vitjaði í Sarpugerði endaði tað við 1-0 heimasigri.

EB/Streymur styrkti um sína støðu á bronsuplássinum við heimasigrinum á B36 mikukvøldið, og teir í Sundalagnum siga seg framvegis hóma møguleikan fyri fínari heiðursmerkjum. Støðutalvan sigur, at EB/Streymur er stórfavorittur, tá ið samansetta liðið vitjar á Sandi. Í 9. umfari vitjaði B71 við Margáir, og tá var úrslitið trivaligur 5-1 heimasigur. Síðani tá hava sandoyingar ment seg, og hóast teir framvegis eru væl aftastir, so tykist støðan ikki so vónleys, sum hon gjørdi undan summarsteðginum.

3-1 heimasigurin mikukvøldið á B71 bar við sær, at B68 flutti upp á fimta pláss. Í dag vitjar 07 Vestur á Svangaskarði, og vágaliðið, sum er á sjeynda plássi eitt stig aftanfyri B68, hevur síðani summarsteðgin staðið seg væl. Síðsta dømið um hetta var mikukvøldið, tá ið vágamenn megnaðu 1-1 ímóti Víkingi. Í 9. umfari vann B68 1-0 í Sørvági.

Sigursvandu KÍ og HB standa nú í skugganum á so mongum øðrum. Uppgerðin teirra millum í Klaksvík í dag snýr seg um at skava stig saman fyri at sleppa burtur frá niðurflytingarstrikuni. Tá ið hesi bæði liðini hittust í Gundadali í 9. umfari, vann KÍ 4-1. Mikukvøldið vóru ábendingar um, at hesi bæði liðini royna at stríðast fyri at sleppa burtur úr vandastøðuni.

ÍF-Víkingur: Georg N. Rasmussen kl. 15.00

B36-NSÍ: Petur Reinert kl. 15.00

KÍ-HB: Eiler Rasmussen kl. 15.00

B71-EB/Streymur: Rúni Gaardbo kl. 15.00

B68-07 Vestur: Dagfinn Forná kl. 18.00

Støðan

B36 40

Víkingur 39

EB/Streymur 32

NSÍ 26

B68 19

HB 18

07 Vestur 18

KÍ 17

ÍF 16

B71 10

Øll liðini hava spælt 17 dystir uttan EB/Streymur og ÍF, sum hava spælt 16 dystir.