Nú er eingin rullitrappa í Havn

Seinnapartin í dag sást ein kranabilur fara gjøgnum býin við eini rullitrappu í lastinum. Talan er um einastu rullitrappuna í landinum – tann sum hevur staðið í Handilskjarnanum í Havn seinastu næstan 30 árini.

 

Handilskjarnin í gongugøtuni í Havn verður í hesum døgum umbygdur at hýsa einum Mylnuhandli hjá SMS á niðastu hædd og eini venjingarmiðstøð á ovaru hæddunum.

 

Í hesum sambandi var tað, at rullitrappan mátti lúta. Hon fylti ov nógv í bygninginum, og var til onga nyttu. Bæði lyfta og trappur eru í bygninginum.

 

Tað var P/F Hans Joensen, sum bygdi Handilskjarnan í áttatiárunum á grundina, har gomlu handilshúsini hjá Hans Joesen stóðu.

 

Nú eigur P/F Fastogn bygningin. Tað er eitt felag, sum Eik og Lív eiga. Tað er SMS, sum hevur langtíðarleigað bygningin.

 

Handilskjarnin verður høvuðsumvældur bæði innan og uttan. Bygningurin skal klæðast av nýggjum, so hann verður ikki at kenna aftur, segði Niels Mortensen við in.fo herfyri.

 

Mylnuhandilin, sum letur upp í veghæddini, verður álíkur hinum Mylnuhandlunum. Ein munur er tó, at í hesum handlinum verður ein kaffikrókur, har til ber at seta seg við einum kaffimunni og einum góðum bita afturvið.