Tann ógvusligi kuldin, sum hevur herjað stórar partar av Evropa í seinastuni, hevur nú eisini breitt seg suður um Miðjarðarhavið.
Bæði í Tunesia, Libya og Algeria er frost og kavi. Tað er rættiliga óvanligt á teimum leiðunum, og kavin kom eisini óvart á nógvar bilførarar og elvdi til stórar trupulleikar í ferðsluni.
Í Evropa hevur kuldin kravt meiri enn 300 mannlív, og veðurmenninir siga, at tað ganga nakrir dagar afturat, áðrenn tað verður lýggjari.