Nú er Esbjerg oddalið

Í Danmark verður tað hildið at vera vánaligt skoðsmál, tá ið oddaliðið verður sagt at spæla Drillo fótbólt

SUPERLIGAN

Stóra uppgerðin í bestu donsku deildini var hesa ferð í Brøndby, har FCK vitjaði. Teir høvdu roknað við, at øll setrini fóru at verða upptikin. Tað vóru tey ikki, men teir 20.965 áskoðararnir syrgdu sum altíð, tá ið hesi bæði liðini bresta saman, fyri góðum karmi.
Tað gekk, sum tað plagar at ganga. Tað var intenst og spennandi, og tað vóru málmøguleikar báðar vegir. Málverjarnir vóru í brennideplinum, tá ið teir í 2. hálvleiki báðir stórbjargaðu.
Akkurát sum í gulldystinum á sama vølli mitt í juni, so vann FCK 1?0. Málið skoraði Jörgen Pettersson miðskeiðis í 2. hálvleiki. Talan var um eitt flott mál, men Brøndby verjan iðraði seg yvir mistakið, sum gav FCK møguleikan. Miðverjin og liðformaðurin, Per Nielsen, og vinstri vongverjin Auri misskiltu hvønn annan, svenski miðvallarin streyk avstað við bóltinum, og tá ið Brøndby málverjin kom út ímóti, var sviin nóg kaldur at draga framvið honum og síðani at trilla bóltin í málið.
Jörgen Pettersson var komin á vøllin, tá ið ein góður hálvur tími var farin. Hann loysti skadda Erik Mykland av.
Todi Jónsson var saman við Zuma í FCK álopinum. Aftur hesa ferð stóðu teir sterkir í myndini og fingu góð skoðsmál. Todi var á vøllinum í ein tíma, so kom Peter Møller inn fyri hann. Møllarin hevði risa møguleika at økja um leiðsluna í síðstu løtu. Brøndby legði lítið í verjupartin, og Peter Møller var púra leysur eftir innlegg úr vinstru, men lobbarin upp um málverjan heilkiksaði.
Jón Rói Jacobsen, sum mikukvøldið var besti føroyski spælarin ímóti Íslandi, var ikki millum teir fimtan spælararnar, sum mannaðu besta hópin hjá Brøndby.

Esbjerg á toppinum
Nýtt oddalið í superliguni er Esbjerg. Sunnudagin høvdu teir vitjan av AaB, sum ikki hevur staðið seg so væl í ár, men sum eftir 1. hálvleik var á odda 1?0. Í seinna umfarinum var eingin ivi, og Esbjerg vann 3?2. AaB minkaði ikki um munin fyrrrenn í síðstu løtu.
Fótbóltslagið í Esbjerg er sjálvandi gott, og tað verður mett, at Esbjerg hevur møguleikan at vera við í stríðnum um heiðursmerkini, sjálvt um tað verður mett ivasamt, um teir eftir 33 umfør fara at vera frammanfyri FCK og Brøndby. Danska pressan skýrdi Esbjerg avrikið ímóti AaB at líkjast Drillo fótbólti. At siga soleiðis í Danmark er sera niðursetandi. Tað verður ikki hildið nógv um norskan fótbólt í Danmark, og serliga tað slagið av fótbólti, sum norska landsliðið spældi, tá ið Erik Drillo Olsen var venjari, er mest sum bannlýst í Danmark.
Hvat onnur siga leggja teir ivaleyst lítið í í Esbjerg, har teir í fremstu røð hava ungar og rættuliga dugnaligar spælarar.
Eitt annað lið, sum rættuliga er farið at gera um seg, er FC Midtjylland. Eftir at teir høvdu keypt fleiri spælarar í summar varð roknað við, at tað skuldi ganga væl. Fyrstu umførini hava verið trilvandi, men nú tykist gongd rættuliga vera komin á. Hesa ferð vunnu teir 2?1 á OB, sum tykist vera steðgað upp.

Mørch líkist sær sjálvum
Undan kappingarbyrjan varð Frem roknað millum evnini at flyta niður. Men uppflytararnir úr Valby hava higartil staðið seg væl. Frem venjari er Ole Mørch, sum fyri trimum árum síðani var við til at vinna DM saman við Jákupi Mikkelsen og Herfølge. Eftir gongdini í fimm teimum fyrstu umførunum, so tykist tað sum um, at hann ætlar at endurtaka góða úrslitið við undirtippaðum liði.
Frem var hesa ferð á vitjan í Farum, har bronsuvinnararnir í FC Norssjælland løgdu rygg til 3?1 tap. Talan var um triðja sigurin á rað hjá Frem, sum nú er á fimta plássi. Viðmerkingin hjá Ole Mørch var, at nú resta teimum 25?26 stig, áðrenn teir kunnu vera fullvísir í, at teir ikki fara at flyta niður aftur. Frem skal sunnudagin spæla ímóti AB, og tað roknar Frem venjarin við verður sera torfør uppgáva.
AB er undir niðurflytingarstrikuni saman við Herfølge. Liðini møttust á gamla heimavøllinum hjá Jákupi Mikkelsen, og AB vann 2?0. Harvið býttu feløgini um pláss, soleiðis at tað nú er Herfølge, sum er aftast.
AGF liggur framvegis tungt í sjónum. Hesa ferð vóru teir í Viborg, har heimaliðið, sum ikki hevur verið so sannførandi higartil, vann 1?0. Bæði liðini høvdu stórar møguleikar at skjóta fleiri mál.