Nú er ÍF heilt nær við

Eftir sigurin á Drátti skal ÍF at kalla gera sær ómak, um tað skal eydnast teimum at missa gullið í seinasta umfarinum

Kvinnuflogbóltur

Tað eydnaðist ikki ÍF at ogna sær meistaraheitið, tá tær á næst seinata leikdegi vitjaðu á Giljanesi. Fortreytirnar fyri hesum vóru millum annað, at TB skuldi basa Mjølni á Tvøroyri, men tá tað ikki hendi, so vistu tær hjá ÍF, at enn máttu tær bíða eina viku.
Uppgávan hjá ÍF var ímóti Drátti, sum hevur argað onkun tíð fyrr í ár, men hesa ferð var tó eingin ivi. Vit fingu tíverri ikki fatur á sett-úrslitunum fyri dystin, men sum skilst, so var ongan tíð nakar ivi um, hvat av liðunum var hitt betra.
ÍF tørvar nú bert ein sigur í seinasta dystinum, til tess at tryggja sær meistaraheitið, og tó at tær áður hava ført fram, at einki er liðugt, fyrr enn alt er liðugt, so munnul sjálvt mest svartskygdastu fuglfirðingarnir nú ásanna, at gullið er um at vera heima.
Seinasti dysturin á árinum er nevnliga á heimavølli móti KÍF, sum er niðasta liðið í deildini, og har er so einki at ivast í, at ÍF eruy stórfavorittar ? og gott og væl tað.
Tí er einki at ivast í, at alt skreytið verður funnið fram longu undan dystinum móti KÍF. ÍF hevur ongan tíð áður verið meistarar í kvinnudeildini, og at hetta hendir samstundis, sum menninir enn einaferð hava ognað sær gullið, ger á ongan hátt dagin í Fuglafirði minni.