SKADDUR ÚTISETI
So er tað staðfest. Skaðin, sum knappar tveir teir seinastu mánaðirnar hevur hildið Toda Jónsson burtur frá fótbólti, situr í kokubeininum. Á heimasíðu síni, todi.fo, veit Todi at siga, at eftir at hann fyrr í vikuni var skannaður, staðfesti serlæknin, at talan er um skaða í kokubeininum.
? Tað er eitt liðband í sambandi við symfysuna ella kokubeinið, sum tað eitur á føroyskum, sum er toygnað. Toyggingin kennist á sama hátt, sum tá ið tað er eitt liðband í knænum ella fótinum, sum tað hevði verið galið við. Eg veit ikki, hvussu long tí fer at ganga, áðrenn tað fer at bera til hjá mær at spæla aftur, men nú er einki annað at gera enn at venja og so vóna tað besta. Teir siga, at tað kanska verður ein vika, og kanska verður tað ein mánaði, sigur Todi Jónsson.
Er sera hamur
Todi Jónsson dylur ikki, at hann er argur um, at tað ikki fyrrenn nú hevur borið til at fáa staðfest, hvør orsøkin til skaðan og pínuna hevur verið:
? Eg havi fyrr sagt, at eg ikki haldi, at tað hevur verið gjørt nóg nógv fyri at finna fram til pínuorsøkina. Tað haldi eg framvegis, og tað kann ikki vera ilt at skilja, at eg iðri meg miriliga um, at tað ikki fyri einum mánað síðani ella meiri enn so bar til hjá mær at sleppa framat hjá serfrøðinginum, sum nú hevur lokaliserað skaðan. Eg havi vant við pínu, uttan at vita um venjingin fór at hjálpa. Tað hevur ikki verið stuttligt. Nú veit eg, at venjingin er tann rætta, og at hon fer at hjálpa. Tað er motiverandi, og eg fari at leggja alt í miðvísa venjing, sigur Todi Jónsson, sum leggur afturat, at fleiri hava spurt, um talan er um sama lyskuskaða, sum í fyrraárið og í fjør helt honum burtur frá liðnum í fleiri mánaðir. Tað er tað ikki, sigur Todi.
Í hesum vikuskiftinum verður tað ikki spælt í Danmark. Tað kemst av, at danska landsliðið sunnudagin fer at spæla vinardyst ímóti Onglandi. Dysturin verður spældur í Manchester. Næstbesta deildin í Danmark er farin í vetrarfrí, meðan tað í bestu deildini fer at verða spælt fram til 9. desember.