Hondbóltur ? menn
Eitt hitt mest óstøðuga liðið í grundspælinum hjá monnum var uttan iva StÍF. Avrikini sveiggjaðu millum tað frálíka og tað vánaliga, og millum annað leiktu teir innan tríggjar dystir tveir sera javnar dystir móti Neistanum og VÍF, fyri síðani at tapa fyri Tjaldri, sum fram til tá als ikki hevði vunnið nakað sum helst.
Spenningurin hvarv
Tí hevði tað eisini nakað við hevnd at gera, tá Tjaldur vitjaði sunnudagin, umframt tann spenning, sum altíð er í eini lokaluppgerð.
Tað var tó ikki so leingi, at talan var um veruligan spenning sunnudagin. Fyrstu løtuna hekk Tjaldur so hampuliga væl í, men so settu strandingar ferð á. Við spælinum, sum eitt nú vestmenningar hava kent sviðan av, tóku teir seg alt meira frá gestunum, sum bert fingu bóltin í málið tríggjar ferðir seinastu 20 minuttirnar undan steðginum. Í sama tíðarbili skeyt heimaliðið ikki færri enn 11 mál, og so var kósin sett.
Í seinna hálvleiki helt StÍF bara á fram við málsókna spælinum. Tjaldursmenn vóru snøgt sagt um ein háls. Fingu einki at hanga saman. Alt meðan heimaliðið bara økti meira og meira um leiðsluna. Ikki fyrr enn seinastu tíggju minuttirnar varð ferðin sett niður á eitt støði, har gestirnir kundu fylgja við, men tá var alt langt siðani avgjørt.
Bronsan og steypið
Umframt at økja um munin niður til hoyvíkingar á fjórða plássinum, so tóktist avrikið hjá StÍF at prógva, at teir nú fara at gera álvara av ætlanunum um at taka heiðursmerki aftur í ár.
Talan verður neyvan um meira enn bronsumerkini, hóast tað enn eru nógv stig eftir at spæla um, men meira enn hetta, so munnu leikararnir nú hugsa um steypakappingina, har liðið longu hevur bast VÍF einaferð.
Mikukvøldið skulu teir Vestmanna at verja fýra mála leiðsluna, sum teir vunnu sær í fyrru hálvfinaluni, og við spælinum síðani jólasteðgin í huganum, so skal als ikki útilokast, at StÍF aftur hesa ferð ger ein vørr móti VÍF. Í fjør prógvaði liðið, at hóast teir ikki stóðu seg til gull í landskappingini, so hevur liðið neyðugu dygdirnar til at vinna á teimum bestu, og megna tey aftur í ár at tryggja sær steypið, so man tað ikki vera so galið kortini.
Dysturin í tølum
StÍF-Tjaldur 32-24 (19-10)
Málskjúttar:
StÍF: Artur Johansen 6(2), Costin Dumitrescu 6(2), Alæexandur Johansen 5, Bent Djurhuus 4, Marius Joensen 4, Sveinur Justinussen 2(1), Anfinnur Joensen 2, Andre F. Danielsen 2, Jón Rasmussen 1
Tjaldur: Dragisa Stojovic 5, Sverri Justinussen 5, Mortan Hansen 4(1), Zoran Sarcevic 3, Ken Bærendsen 2, Tummas Magnussen 2(1), Svein í Heiðunum 1, Tórhallur Thomsen 1, Johnny Lamhauge 1
Brotskøst: StÍF 5, Tjaldur 4
Útvísingar: StÍF 3, Tjaldur 6
Dómarar úr Kyndli: Uni Wardum & Hannis Wardum