Nú er greitt: Suðuroyingar fáa Norrønu

Tað er nu greitt, at tað verður Norrøna, sum skal verða avloysaraskip, tá ið Smyril fer í dokk í vár.

Conrad Gaard Joensen, rakstrarleoiðari, sigur, at tað hevur mangan verið torført at finna hóskandi avloysaraskip.

Men í hesum føri vendi Smyril Line sær til Strandferðsluna og bjóðaði Norrønu fram.

Men Strandferðslan ivaðist, tí Norrøna kann ikki leggja at á Krambatanga, tí havnin har er ikki bygt til so stór skip

Men síðani er avtala gjørd um at gera pullartar í Vági, so at Norrøna kann liggja har og sostatt fer Norrøna at sigla ímillum Havnina og Vág

Smyril fer í dokk umleið mitt í februar og hann verður burtur í tríggjar ella fýra vikur og tá skal so Norrøna røkja siglingina

Beint eftir nýggjár fer Strandferðslan at umskipa ferðaætlanina og bussambandið í hesum sambandi, men væntandi verða ikki tær heilt stóru broytingarnar í siglingini