Nú er hann dýrasti danin

Borussia Dortmund hevur keypt Thomas Delaney fyri risastóra upphædd.

Danski miðvallarin, Thomas Delaney, hevur í dag skrivað undir sáttmála við týska stórfelagið, Borussia Dortmund. Tað boðar felagið frá á heimasíðuni.


26 ára gamli Delaney er keyptur frá kappingarneytunum í Werder Bremen, har hann hevur spælt síðani januar í fjør. Frammanundan tað hevði hann annars spælt alla yrkisleiðina við heimlandsfelagnum, FCK.


Sambært Ekstrablaðnum, so rindar Borussia Dortmund áleið 150 milliónir krónur fyri Thomas Delaney. Tað ger hann til dýrasta danska fótbóltsspælaran í søguni.

 

Ein treyt í sáttmálanum ger, at FCK fær 15% av søluupphæddini. Tað merkir, at FCK nú fær góðar 20 milliónir krónur fyri at Thomas Delaney er seldur til Borussia Dortmund.


Dýrastu donsku leikararnir:

1. Thomas Delaney, Werder Bremen til Borussia Dortmund – 150 milliónir krónur

2. Pierre Emil Højbjerg, Bayern München til Southampton – 115 milliónir krónur

3. Jannik Vestergaard, Werder Bremen til Gladbach – 105 milliónir krónur

4. Christian Eriksen, Ajax til Tottenham – 101 millión krónur

5. Simon Kjær, Palermo til Wolfsburg – 101 millión krónur


Kelda: Ekstrablaðið