Nú er HB fremst

Vodafonedeildin - Tað er einki, sum kemur óvart á við Havnar Bóltfelag. Besta mansliðið hjá felagnum reisir seg altíð, og nú eru teir reyðu og svørtu fremstir í Vodafonedeildini

Tað kom óvart á fleiri, at HB valdi brádliga at siga íslendska Kristjan Guðmundsson úr venjarastarvinum í farnu viku.
Grundgevingin var, at úrslitini vóru ikki nøktandi. Liðið strembar eftir føroyameistaraheitinum, og liðið var trý stig frá ovasta sess­inum. Tað varð ikki góðtikið.
Nú er HB fremst. Julian Hansen loysti íslendska venjaran av, og við tveimum sigrum upp í slag hava verandi føroyameistararnir beina kós móti gullinum.
Í gjár vóru grannarnir av Argjum sendir heim úr Gundadali við einum 3-0 tapi í viðførinum.
Fýra dystir eru eftir at spæla. 12 stig at spæla um.

Vunnu greitt
Sigurin hjá HB í Gundadali var fult uppiborin.
AB royndi at stríðast, men heima­liðið hevði tamarhald á dyst­inum.
Fróði Benjaminsen legði heima­liðið á odda, og Rógvi Poulsen stað­festi sigurin við tveimum málum í seinna hálvleiki.
Merkisvert var, at Rógvi Holm og Thordur Hreidarsson royndu ikki stórvegis at luttaka í fram­rættaða spælinum. Tað sást serliga í kroystum støðum, tá miðverjarnir bara valdu at sparka bóltin burtur, heldur enn at spæla seg úr trupul­leikunum. Tað vísti seg at rigga væl.

NSÍ snávaði
Runavíkingar eru í trupulleikum í løtuni.
NSÍ hevur ikki vunnið í seinastu seks landskappingardystunum. Í gjár snávaði liðið á heimavølli móti Víkingi, sum ger eina seinastu roynd at bjóða av í gullstríðnum.
Erland Berg Danielsen stýrdi bóltinum í egi mál, tá seinni hálv­leikur var hálvrunnin.

B71 fer frá
B71 hevur økt um fjarðstøðuna niður til FC Suðuroy, sum stríðist fyri at sleppa upp um niður­flyt­ingar­strikuna.
Sandoyingar spældu málleysan javnleik á heimavølli móti B36 miku­kvøldið. Nú er tað fýra stig sum skilja liðini.
FC Suðuroy tapti 2-5 á útivølli móti EB/Streymi. Sundalagsmenn vóru skelkaðir fyrstu løtuna, tí Jón Krosslá Poulsen legði gestirnar á odda. Men heimaliðið vendi dyst­inum og vann greitt.
Á Toftum spældu B68 og ÍF. Úrslitið var 3-3.

Komandi dystirnir
Sunnudagin spæla B71 og FC Suðuroy á Sandi. Um sandoyingar fáa fult, er so at siga staðfest, at teir spæla í bestu deildini í komandi kapp­ingarári.
B36 og ÍF spæla í Gundadali. Fugl­firðingar stríðast framvegis fyri sínum møguleika at vinna sær lut­tøku í evropiskari kapping.
B68 og Víkingur spæla á Svanga­skarði.
Mánakvøldið spæla EB/Streymur og HB við Margáir. Tað er aft­ur ein sera torførur útidystur hjá føroya­meistarunum. Tá fáa teir reyðu og svørtu seg væntandi royndar av álvara.
NSÍ fær vitjan av botnliðnum AB.