Í dag hevur Útnorðurráðið havt ársfund. Orsakað av støðuni við koronusmittuni var fundurin fyri fyrstu ferð hildin umvegis internetið.
Útnorðurráðið er tingmannasamstarv millum Ísland, Grønland og Føroyar, og seks løgtingslimir úr hvørjum landi kunnu sita í ráðnum. Útnorðurráðið ger útgreiningar og tilráðingar í málum, sum hava týdning fyri londini í útnorðri.
Hesaferð samtykti Útnorðurráðið eina áheitan á ráðharrarnar í Grønlandi, Íslandi og Føroyum, sum umsita útnorðursamstarv og arktisk viðurskifti, um at økja samstarvið. Ráðið sigur seg eisini stuðla Føroyum og Grønlandi í at fáa atknýttan limaskap í heimsheilsustovninum WHO.
Útnorðurráðið avgjørdi, at komandi árið skal sjóneykan setast á liviumstøður hjá ungfólki í útnorði, og hetta verður eisini evnið fyri temaráðstevnu, sum verður í Grønlandi næsta summar.
Løgtingsmaðurin Henrik Old tók við sum formaður fyri Útnorðurráðið, og hann skal hava leiðsluna fram til næsta ársfund. Vivian Motzfeldt úr Grønlandi er fyrsta næstforkvinna, og Guðjón S. Brjánsson úr Íslandi er annar næstformaður.
Næsti ársfundur hjá Útnorðurráðnum verður 31. august og 1. september í 2021, og tá hava londini mót upp á at hittast aftur. Fundurin skal haldast í Suðuroy.