Nú er Jørgen Niclasen farin út um mark

Tingmaður í samgonguni átalar framferðina hjá Jørgen Niclasen, landsstúrismanni

 

– Vit eiga at krevja, at Jørgen Niclasen góðkennir sáttmálan ímillum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið – og tað skal hann gera ongantíð ov skjótt.

Tað sigur Jaspur Langgaard, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, í eini átalu á landsstýrismannin í morgun.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið samdust um ein nýggjan sáttmála í farnu viku, men Jørgen Niclasen sýtti fyri at góðkenna hann.

– Hetta málið er tíverri við at fara av sporinum, og tí eigur løgmaður at traðka í karakter og at skera ígjøgnum, heldur løgtingsmaðurin.

Hann heldur, at Landið og kommurnar skulu ganga í takt, tá talan er um lønarsamráðingar.

– Fyrr í árinum heitti Jørgen Niclasen á partarnar á arbeiðsmarknaðinum um at vísa búskaparligt hógv og hann tosaði enntá um, at ongar lønarhækkingar eig at vera hesi næstu árini.

Formliga skal landsstýrismaðurin í fíggjarmálum góðkenna ein slíka sáttmála, men at hann ikki kann ganga hesum sáttmálanum á møti, skilji eg onki av, sigur Jaspur Langgaard.

 Hann heldur, at tað er ein spurningur um fíggjarmálaráðharrin ikki fer út um sínar heimildir.

 – Men spurningurin er eisini um tað er sakligt at brúka eina politisk áheitan um at vísa búskaparligt hógv, og at brúka tað sum grundgeving fyri at avvísa ein lønarsáttmála. 

– Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið eru komin ásamt um ein lønarsáttmála, sum líkist tí Lønardeildin gjørdi við Starvsmannafelagið fyrr í ár, men fíggjarmálaráðharrin leggur hesaferð kíla ímillum, staðfestir hann.

 – Í kommunustýrislógini stendur, at “Ásetingarnar í sáttmálum og avtalum um lønar- og setanarviðurskifti fyri kommunal starvsfólk (íroknað kommunalar felagsskapir) og flokkingar og stig fyri størv, sum ikki frammanundan greitt eru ásett í sáttmála ella avtalu, skulu góðkennast av landsstýrismanninum.”

 – Tað skulu vera haldgóðar og vælgrundaðar orsøkir til, ikki at góðkenna lønarsáttmálan, tá feløgini eru komin ásamt um ein sáttmála, sum júst tryggjar eitt javnt alment lønarlag ella at samsvar er millum lønir hjá landinum og hjá kommunum - soleiðis sum endamálið í kommunulógini er.

Tað er sjálvsagt, at lønin er tann sama fyri sama arbeiði, heldur sambandsmaðurin. Men tað undrar hann stórliga, at hin fyrri sáttmálin gekk beint ígjøgnum, beint áðrenn koronastøðuna. 

 Jaspur Langgard leggur afturat, at Jørgen Niclasen hevur ávarað øll ímóti, at samfelagsbúskapurin og landskassin fór at verða raktur hart av koronatiltøkunum og avleiddu búskaparkreppuni.

– Hann hevur samanborið støðuna við politikkin í nítiárunum, at tað var ein feilur at knalla bremsurnar í botn og at lækka almennu lønirnar, tí so steðgaðu samfelagshjólini, sigur Jaspur Langgaard.