Nú er Julian Assange handtikin

Ekvador hevði sagt friðskjólið hjá WikiLeaks-stovnaranum úr gildi

Wikileaks-stovnarin Julian Assange er handtikin av bretsku løgregluni og er fluttur frá sendistovuni hjá Ekvador í London. Hesum boðar bretski innanríkisráðharrin, Sajid Javid, frá.

Bretska løgreglan varð bjóðað inn á sendistovuna, eftir at Ekvador hevði sagt friðskjólið hjá Assange úr gildi.

Julian Assange hevur verið í sendistovuni hjá Ekvador síðan 2012.

Assange, sum er føddur í Avstralia, stúrir fyri at avhendaður til USA, har hann risikerar at verða ákærdur fyri at hava almannakunngjørt loyniligar upplýsingar frá teimum amerikonsku kríggjunum í Afghanistan og Irak. 

Svenskir myndugleikar hava áður ynskt hann avhendaðan fyri ákærur um neyðtøku, men umbønin varð tikin aftur í 2017.

Stórabretlan hevur tó staðið fast við handtøkuboðini. Orsøkin er, at WikiLeaks-stovnarin ikki hevur lúkað treytirnar fyri leysgeving móti vehaldi, tá hann søkti friðskjól á sendistovuni.

Fyrst í ár kallaði forsetin í Ekvador Assange fyri ein niðurarvaðan trupulleika, og segði, at hann hevði elvt til nógv stríð fyri stjórnina í Ekvador. Hetta segði hann, eftir Assange hevði boðað frá stuðli til loysingina hjá Katalonia.

Ekvador gav Assange ríkisborgararætt í januar. Hetta var ein miseydnað roynd uppá at sikra honum diplomatiskan immunitet, so hann kundi fara úr sendistovuni í London uttan at bíva handtikin av bretsku myndugleikunum.

/ritzau/Reuters