Team Klaksvík hevur fingið tvey stig í hesum kappingarárinum. Liðið úr Klaksvík hevur havt tað sera trupult. Í 16. umfarinum bragdaði umsíðir hjá klaksvíkingum. Teir vunnu ein dyst í bestu deildini. Tað var á H71, sum vitjaði í Badmintonhøllini í Klaksvík.
Stoltleikin hjá hoyvíkingum var særdur. Liðið, sum hini hava vunnið stórsigur á næstan hvørjaferð, hevði lagt fót fyri teimum. Síðan hevur gingið betri. Fýra sigrar og eitt tap. Góða gongdin hevur havt við sær, at H71 hevði framvegis møguleikan at vinna seg í finalurnar um føroyameistaraheitið undan vitjanini í Kollafirðið í gjár.
Møguleikin var lítið. Hoyvíkingar skuldu vinna sínar dystir, og KÍF skuldu tapa sínar. Tað er eyðsæð, at stigini, sum H71 mistu móti Team Klaksvík, høvdu komið væl við nú. Um smáu líkindini fyri at røkka finalunum var orsøkin til slaka avrikið í gjár, er trupult at siga, men movitatiónin hevði helst verið størri, um bara tvey stig skilti liðini undan dystinum.
Stóðu seg væl
Hinvegin skal einki takast frá avrikinum hjá kollfirðingum, sum spældu uttan brøðurnar Gert Hansen og Arnbjørn Hansen. Teir spældu við EB/Streymi í steypadystinum móti B36. Kollfirðingar stóðu seg væl í verjupartinum fyrstu løtuna, og 40 ára gamli Óla Kristian Djurhuus, sum vardi málið, hevði fleiri bjargingar. H71 hevði bara fingið tvey mál, tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin.
Tá var KÍF fimm mál frammanfyri. Tann munurin helt sær eina løtu. Seinastu minuttirnar av dystinum fóru hoyvíkingar upp í ferð í allar seinastu royndini at røkka finalunum, meðan kollfirðingar tóktust sannførdir um, at tað fór ikki at ganga galið. Tíðin fór frá H71. KÍF vann við einum máli, 24-23.
Endaliga staðfest
Tað hevur verið ávegis í fleiri vikur, men umsíðir kunnu kollfirðingar breggja sær av, at teir skulu spæla finalurnar um føroyameistaraheitið móti Neistanum. KÍF hevur verið nummar tvey uttan slit síðani november í fjør, uttan at hótta oddaliðið. Hóast tað, kunnu kollfirðingar framvegis vinna føroyameistaraheitið. Treytin er, at teir vinna tvær finalur á einaráðandi neistamonnunum.