Nú er Kári P. Højgaard liðugur í politikki

Hann vil hava betri stundir at vera abbi og hugurin til sjógvin dregur eisini

– Eg havi hugsað um hetta rættiliga leingi, og eg haldi, at nú er stundin komin at gevast. Tað sigur Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Sjálvstýri. Hann sigur, at av tí sama hevur hann nú gjørt av, at hann stillar ikki upp aftur fyri flokkin.

– Ætlanin var at gevast, tá ið eg fylti 60, men so stillaði eg upp aftur kortini. Men nú fylli eg 68 ár í summar, og eg haldi í roynd og veru ikki at eg havi meiri at bjóða flokkinum, og tí haldi eg, at tað er frægari at lata onkra r yngri kreftir sleppa framat, sigur hann. 

Avgerðin hjá honum hevur sostatt einki við nakra ósemju í flokkinum, tí avgerðin varð tikin langt áðrenn.

Hann heldur, at tað er mark fyri, hvussu leingi ein kann vera í politikki, og framvegis hava nakað at geva av, og nú heldur hann, at stundin er komin til at hann gevast. 

Umframt at vera politikari, hevur Kári P. Højgaard eisini verið postmaður í 30 ár, til hann legði frá sær í 2001, so tað er ikki av ongum, at hann vanliga verður róptur Kári Post. 

Og tá ið hann legði frá sær sum postmaður, var tað tí, at hann fekk sæti á tingi fyri Sjálvstýrisflokkin fyri Lassa Klein, tá ið hann var burtur, og síðani fyri Sámal Petur í Grund, sum fór í landsstýrið. 

Annars varð Kári P. Højgaard valdur á ting í 2002, og hann hevur  verið afturvaldur hvørja ferð og hann hevur sostatt 18 ára royndir sum landspolitikari. Av teimum var hann landsstýrismaður í innlendismálum frá 2011 til 2013.

Hann er ein av teimum løgtingsmonnum, sum alla tíðina hevur verið løgtingsmaður burtur av, tí hann hevur ongantíð havt nakað starv afturat løgtingsarbeiðnum. 

Áðrenn tað varð hann bygdaráðslimur í Runavík í 20 ár, frá 1989 til 2009, tá ið hann ikki stillaði upp aftur.

Hann sigur, at annars hevur heilsan aldrin verið betri enn tað sama, og hann gongur fleiri kilometrar hvønn einasta dag. Hann hevur eisini bæði trygdarskeið, Bláu Bók og dugnaskapsroynd í sigling, so onkur túrur verður nokk eisini á fiskileið, tí tað dámar honum eisini.

– Annars hava vit seks børn og 19 abba og ommubørn og eg má viðganga, at eg havi ikki altíð havt so góða tíð til tey, sum eg vildi, sigur hann. Men nú ætlar hann at geva sær betri stundir at abbast, sum hann tekur til, og at taka eina hond í hjá teimum, sigur hann.