Nú er klárt at grava út

Í góðveðrinum seinnapartin leygardagin var fyrsti bøkkurin loystur í ætlanini at útvega árnfirðingum nýtt bygdarhús.

Tað var borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen sum setti spakan í jørðina, har bygdarhúsið kemur at liggja.
Bygdarfelagið Báran hevur arbeitt við hesum málinum í mong ár, og nú er fyrsta stigið tikið til bygdarhúsið, sum farið verður undir í næstum.
Tvey feløg hava latið tilboð inn til útgrevsturin, og er ætlanin at arbeiðið skal byrja um ein til tveir mánaðir.
Eingin tíðarfreist er kortini sett fyri nær arbeiðið skal verða liðugt. Men lítil ivi er um, at tað er eitt ótrúligt tak hjá einum felagi við einans 60 limum at útvega sær felagshús.
Í samrøðu við Sosialin í farnu viku segði formaðurin í Báruni, Atli Justinussen at bygdarhúsið fer at kosta um 8 mió krónur. Av hesum er ein góð helvt stuðul, meðan felagið sjálvt útvegar 2 mió og tekur restina í láni.