Sum trífaldir meistarar er einki at siga til, um HB-leikararnir kenna seg eitt sindur kroystar, nú fyrstu tríggir dystirnir bara hava kastað eitt stig av sær.
Hetta ásannaði Jákup á Borg eisini eftir dystin í Vági, og hóast talan hevur verið um truplar uppgávur, so helt hann framvegis ikki, at HB hevur staðið seg nóg væl higartil.
- Enn er helst nakað tíðliga at tosa um nakra kreppu, men tað er einki at ivast í, at vit fegnir vildu havt fleiri stig á kontini. Talan er sjálvandi um truplar uppgávur í Klaksvík og í Vági, men at vit einki fáa nakra staðni av hesum, er ikki nóg gott. Innsatsurin hevur annars verið á eini heilt góðari leið, men vit fáa ikki nóg nógv burtur úr leikligu yvirvágini. Hesaferð haldi eg í øllum førum ikki, at vit áttu eitt tap uppiborið.
Spurdur, hvørjir trupulleikarnir eru á liðnum, heldur Jákup, at tað partvíst er, at teir nú mugu spæla øðrvísi.
- Við mær og Tór-Ingar í álopinum, kunnu vit ikki spæla á sama hátt, sum vit gjørdu við Rógva og Heina. Luftbóltar eru ikki akkurát okkara styrki, og tí mugu bóltarnir koma bæði øðrvísi og skjótari inn um verjuna, um veruligir møguleikar skulu spyrjast burturúr. Tað tekur sjálvandi tíð at finna rætta lagið í hesum, og tað má helst henda skjótt, staðfestir hann.
Komandi tríggjar ferðirnar skal HB spæla á heimavølli, og eftir úrtøkuna higartil heldur Jákup, at kravið nú er púra greitt.
- Vit skulu vinna. Allir tríggir dystirnir mugu og skulu geva fulla úrtøku. Somikið einfalt er tað.