Fyri eini løtu síðani gróv ein kravkúgv ein fipurkaðal av uppi á Húsareyni oman fyri Havnina og tað hevur fingið avleiðingar fyri internetið og fartelefona í mestsum øllum landinum. Páll Højgaard Vesturbú, stjóri í FT -Net, sum umsitur kaðalnetið, veit ikki, hvussu óhappið er hent, men slíkt eigur ikki at henda, sigur hann.
Hann sigur, at í fyrstu syftu verður roynt at leggja telesamsifti um og hann vónar, at tað fer at loysa tað mesta av trupulleikunum. Gongst sum ætlað, skuldi tað verið avgreitt um ein tíma, ella umleið klokkan 16 í dag.
Men at umvæla og skoyta kaðalin tekur fleiri tímar, so tað verður ikki heilt enn, áðrenn samskiftið er, sum. Tað eigur.