Nú er Ólavur formaður

Maskinmeistararnir hava nú fingið nýggjan formann.

 

Longu í desembur mánaði bleiv boðað frá, at Ólavur Gunnarsson fór at taka við sum formaður í Maskinmeistarafelagnum aftan á Páll Hansen, sum hevur verið formaður felagsins seinastu 11 árini.

 

Leygardagin var aðalfundur í felagnum og tá fór so eisini formansskifti fram.

 

Ólavur Gunnarsson hevur áður sitið í nevndini í Maskinmeistarafelagnum, og seinastu árini hevur hann starvast sum tekniskur leiðari hjá Smyril Line.

 

John Højsted bleiv afturvaldur í nevndina, meðan Jóhan Mørkøre tekur sæti hjá Jóan Peturi Patursson, sum ikki stillaði upp aftur.

 

Í nevnd felagsins sita nú Ólavur Gunnarsson, Regin Olsen, Hans Ingvard Joensen, John Højsted og Jóhan Mørkøre.

 

Tiltakslimir eru Daniel Nielsen og Róald Johannesen.