Nú er nokk sagt og nokk misskilt

- Nú er nokk sagt, og nú er nokk misskilt, sigur Jógvan við Keldu, eftir at fleiri politikarar úr bæði andstøðu og samgongu hava funnist harðliga at viðmerkingunum hjá landsstýrismanninum í Degi og Viku fríggjakvøldið.

Jógvan við Keldu segði við Dag og Viku, at hann helt tað vera eina størri andsøgn, at Rapa-hjúnini yvirhøvur vóru sloppin inn á læraraskúlan.
Jóannes Eidesgaard, løgmaður, segði at viðmerkingarnar vóru óhepnar. Kaj Leo Johannesen, formaður Sambandsfloksins, helt at løgmaður átti at geva Jógvani við Keldu eina kraftiga átalu. John Johannessen, tingmaður, førdi fram, at um tað er soleiðis, at vit nokta fólki at nema sær útbúgving í Føroyum, bert tí tey hava útlendskan uppruna, so kann hetta møguliga gerast okkum ein stórur smeitur.
Sjálvstýrisformaðurin Kári P. Højgaard segði um viðmerkingarnar hjá Jógvani við Keldu, at tað átti at fingið fylgir, meðan Høgni Hoydal úr Tjóðveldisflokkinum helt, at viðmerkingarnar hjá landsstýrismanninum vóru tekin um, at tað liggur ein ódámligur politikkur aftanfyri úttalilsini hjá Jógvani við Keldu, og at tað átti at fáa avleiðingar beinanvegin. Jenis av Rana úr Miðflokkinum segði, at viðmerkingarnar vóru til at gráta yvir, og at hetta er prísurin, sum Javnaðarflokkurin má gjalda fyri at hava fingið løgmann
Jógvan við Keldu sigur, at nú er nokk sagt í hasum málinum, og har er nokk misskilt.
- Hatta er mín einasta viðmerking í løtuni. Eg vendi aftur seinni, sigur Jógvan við Keldu, landsstýrismaður í innlendismálum.