Nú er oljuprísurin tríggjar ferðir so høgur, sum fyri 4 árum síðani

1973. Tá var "oljukreppa", tí OPEC-londini skrúðaðu kranan fyri, og oljuprísirnir fóru upp í loft.
1979. Tá bleiv shahurin av Iran, ein amerikansk nikkudukka, blakaður á dyr. Nýggj oljukreppa.
1990. Tá hersetti Iraq alt Kuweit og ólag kom á oljuhandilin einaferð enn.
2005. Nú hækkar oljuprísurin til somu hæddir, sum í omanfyri nevndu krepputíðum, men hvør er orsøkin?
August 2005. Seinasta mánadag seldist ráolja fyri umleið 70$ fyri tunnuna bæði í Europa, USA og Singapore, sum er størsti oljumarknaður í Asia.

Aðrar orsøkir til høga oljuprísin
Í dag er tað ikki kríggj, kollvelting, herseting ella embargo sum pressar prísin upp. Nei, tað er eftirspurn-ingurin, sum er høgur. Eftirspurningurin er skaptur av tí búskaparliga vøkstrinum, sum er í USA og Kina, og fyri ein part eisini í øðrum asiatiskum londum. USA og Kina eru í dag heimsins størstu oljuslúkar, og tá framleiðslan gongur væl, skal nógv olja brúkast.
Og líkt er til, at olju-prís-urin ikki fer at fella í bræði. Hinar nevndu kreppurnar vardu bert nokkso stutta tíð, so fullu prísirnir aftur. Franski ídnaðarráðharrin Francois Loos segði fríggjadagin seinasta, at hann væntaði at oljuprísurin fór at vera høgur í "langa tíð", og heitti á sínar landsmenn um at spara
Tá hinar krepputíðirnar vóru í 1973, 1979 og 1990 og oljuprísurin hækkaði, so hevði tað sum fylgju, at heimsbúskapurin at kalla steðgaði upp. Framleiðslan minkaði og haraftrat var inflatión, vørurnar dýrkaðu og pengavirðið minkaði.
Tað er enn ikki hent í hesum umfari. Oljuprísirnir hava, sum kurvumyndin vísir, verið javnt hækkandi síðan í 2002. Men enn er inflatiónin lág og búskaparligi vøksturin høgur í USA og Kina. Í Europa er eitt sindur øðrvísi, hevur vøksturin verið lítil í langa tíð. Men so er at spyrja, hví ikki høgu oljuprísirnir hesa ferð virka sum áður. Hví er inflatiónin sum heild lág, og búskaparligi vøksturin væl yvir meðal?
Meldurstormurin Katrina ger ikki munin
Nógv er júst í hesum døgum skrivað um meldurstormin Katrin, sum herjar í Mexicanska Golfinum, og fer inn yvir land nær New Orleans. Har hevur USA eina stóra oljuframleiðslu, og av trygdarorsøkum eru fleiri pallar avmannaðir. Í Golfinum framleiðir USA 1,5 milliónir tunnur av olju um dagin. Um framleiðslan steðgar her bert stutta tí, so minkar útboðið og ávirkast prísurin uppeftir. Tað er júst tað, sum Katrin hevur gjørt, men tað man fara at javna seg, tá hon blíðkast aftur.
Tað hevur verið bíligt at læna pengar
Høvuðsorsøkin til at oljuprísurin enn ikki hevur darvað búskapinum so nógv er, at rentan hevur bæði í USA og Europa verið lág. Tað hevur verið bíligt at læna pengar. Bí-ligir pengar hava fingið fólk at keypa nógvar vørur, men eisini fastan eigindóm: hús og grundir. Húsaprísirnir eru høgur í USA, men eisini í Bretlandi, Írlandi, Frankaríki, Spania og Norðanlondum. Einasta undantakið higartil hevur verið Týskland. Seinastu tíðindini siga tó, at prísirnir eru so smátt fallandi í Bretlandi, og fólk eru farin at spyrja, um prísbløran man fara at bresta?
Høvuðsmotorarnir í heimsbúskapinum eru "Oiloholikarar"
Tveir høvuðsmotorar eru í dag í heimsbúskapinum: USA og Kina. Framleiðslan veksur við umleið 9% um árið í Kina, og 3-4% í USA. Hesi bæði londini eru samstundis heimsins størstu brúkarar av olju.
Blaðið "The Economist" viðger oljuprísin í seinasta nummari (27.8.05). Teir kalla hesi lond fyri "Oiloholics" (alcoholikarar hava eitt alcoholmisbrúk, oiloholocarar hava eitt oljumisbrúk).
Blaðið sigur, at høgi oljuprísurin fyri ein part stendst av lágu rentuni. Prísurin á olju og prísurin á pengum eru týdningarmestu prísir á vørum í dag. Og teir handa saman.
Um prísurin á pengum (rentan) er lágur, so hækkar eftirspurningurin, og oljuprísurin fer upp. Oljuprís-urin er serliga viðkvæmur í hesum føri, tí framleiðslu- og raffineringskapaciteturin er avmarkaður. Allar pumpur og allar reinsiprocessir koyra "full speed"
Byrðan er ójavnt býtt millum londini
Nú er tað so, at vøksturin í framleiðslu ikki er javnt býttur millum londini. Europa liggur sum nevnt við einum vakstrarlagi uppá 1-2%, meðan USA og Kina liggja væl hægri. Tí er tað vaksandi eftirspurningurin serliga í USA og Kina, sum pressar oljuprísin upp.
Blaðið "The Economist" meinar nú, at tað tí kann sigast, at USA og Kina á henda hátt leggja ein skatt á hini londini, sum verður betaltur gjøgnum høga oljuprísin.
Uppi í hesum er ein serlig krúlla. Tað eru tey londini, sum eru minst orku-effektiv, sum hava skjótasta vøkstur í framleiðsluni. Í menningarlondum er tað so, at til at framleiða virði fyri ein dollara brúka hesi lond dupult so nógva olju, sum tey meira framkomnu londini.
Haraftrat er tað so, at bæði India og Kina lata stuðul til innlendis oljuprísin. Tí brúka virkir og einstaklingar nógva olju til ein bíligan prís. Henda ovurnýtsla kemur so at pressa oljuprísin á heimsmarknaðinum enn hægri upp.
USA er eisini ein oljusyndari
Men tað eru ikki bert sokallaði tilafturskomin lond, sum oyðsla við olju. Heimsins størsti búskapur, tann amerikanski, er eisini tann sum brúkar nógv mesta olju. Ein fjórðingur av heimsins oljuframleiðslu fer í amerikanskar motorar og fabrikkir. Og USA er ikki serliga orku-effektivt.
USA brúkar 50% meira av olju uppá dollaran í framleiðsluni enn londini í ES. Oljugjald hevur í euro-peisku londunum fingi fólk og virkir at spara, og at brúka orkusparandi teknologi, har tað er gjørligt.
Í USA hevur liberalisman rátt, teir hava trúð uppá, at marknaðurin sum ein ósjónlig hond skuldi orðna problemini uppá besta máta. Alan Greenspan, stjóri í The Fed, tjóðbankanum, segði seinasta fríggjadag, at búskapurin í USA koyrir fínt, og marknaðarbúskapurin klára sjálvur øll problemini.
Benzinprísirnir eru tí nógv lægri í USA enn í Europa. Ein gallon (3,78 litrar) kosta í løtuni umleið 3$, meðan sama nøgd, ein gallon, kostar 6$ ella meir í Týsklandi og Bretlandi. Benzinslúkandi amerikansku bilarnir og tann vánaligi orku-effektiviteturin í USA pressar oljuprísirnar upp, og tað mugu hini londini so eisini gjalda fyri. Blaðið "The Economist" nevnir, at orku-effektiviteturin í amerikansku bilunum ikki er batnaður nakað hesi seinastu 20 árini. Nei hann er versnaður!
Hevur Bush eitt alkohol ella oilohol problem?
Blaðið "The Economist" tekur ramliga til í eini oddagreinin. Teir skriva, at bæði Amerika og Kina ganga sum fullir menn, ávirkaðir av yvir- ella misnýtslu; av olju. Jú longri teir ganga og vála, jú verri verða timburmenninir. Beinleiðis citat: "George Bush once learned that lesson about alcohol. It is time for him to wean America off oiloholism too." Ella, Bush lærdi einaferð læruna um alkoholismu. Nú er tíð at hann fer at venja Amerika frá oiloholismuni eisini.