Millum mongu broytingarnar, sum eru skrásettar í vinnuskránni í farnu viku, er at Sjúrður Olsen nú er forstjóri í Bygma Balslevs Timburhandil og Byggibúð. Hann tók við starvinum 1. januar, eftir Bent á Lava gavst. Bent á Lava starvaðist hjá Balslev í 48 ár, seinastu 25 árini sum stjóri.
Annars eru fimm nýggj feløg skrásett og tvey teirra skulu reka grafiskt virksemi. Tað eru Sp/f Grafia í Klaksvík, sum Estra Prent í Gøtu hevur stovnað. Gunvá við Keldu, Jónreid Dalheim og Sonja á Líðarenda manna nevndina, meðan Jastrid Sofía Gullaksen úr Klaksvík er stjóri í felagnum. Gunvá við Keldu er nevndarforkvinna, sambært bl.fo.
Hitt grafiska felagið er ÍVF SamsonMedia, sum Brian Samson hevur stovnað í Havn.
MTV Byggivirki hjá Mortan Thormann Vang í Froðba hevur stovnað eitt nýtt felag, 08.01.2019, sum skal keypa, eiga, reka, útleiga og selja fasta ogn.
Juan David Nilssen, búsitandi í Keypmannahavn, hevur stovnað felagið ÍVF NØV í Havn, sum skal reka virksemi innan læknatænastu, undirvísing, ráðgeving, sølu og annað.
Og í Svínoy hevur Sjúrður Jacobsen stovnað felagið Sp/f SJ Holding, sum skal eiga kapitalpartar og virðisbrøv og fremja íløguvirksemi.
Allar broytingarnar eru at síggja á heimasíðuni hjá Business-Line her.