Nú er Skála ikki aftast

At Niels Pauli Danielsen javnaði í síðstu løtu við Margáir ber við sær, at Skála fyri fyrstu ferð í ár ikki er aftast

Fyri fyrstu ferð síðani støðan varð gjørd upp eftir fimta umfar er Skála ikki niðast á støðutalvuni.

Tað restar eitt umfar, og eftir javnleik við Margáir er Skála næstaftast og AB aftast. Bæði liðini hava sjey stig, men málmunurin hjá AB er lakari, enn hann er hjá Skála.

Skála skal í síðsta umfari spæla í Trongisvági ímóti TB, og AB skal í síðsta umfari spæla á heimavølli ímóti EB/Streymi. Tað liðið at teimum báðum – Skála og AB – sum stendur seg verri fer at flyta beinleiðis niður í næstbestu deildina.

AB skal spæla í Klaksvík mikukvøldið, og tað kann sjálvandi vera, at argjamenn vinna stig ímóti KÍ, sum stríðist fyri lívinum í Europa. Um tað eydnast KÍ at vinna, so verður støðan tann í kappingini millum AB og Skála, at tað liðið, sum leygardagin fer at standa seg betur, fær møguleika í finaludysti ímóti B68 at vinna sær rættin eisini næsta ár at spæla í fremstu røð.

Um AB onga úrtøku vinnur mikukvøldið, og liðini onga úrtøku vinna leygardagin , ella bæði vinna somu úrtøku, so fer Skála at eiga møguleikan at spæla um pláss í fremstu røð, og so fer AB at flyta niður.

Hugburðurin var stak góður á báðum síðum, og tað var dramatiskt, og tað var sera spennandi, inntil Dagfinn Forná bríkslaði fyri síðstu ferð í øllum regninum, men annars góðu líkindunum, tá ið Skála í kvøld var gestur við Margáir.

Eftir málleysan javnleik var úrslitið 1-1. Skála spældi fyri lívinum í bestu deildini, og Sorin Anghel, sum nú er venjari á Skála, og sum nógvu tey fyrstu árini, eftir at hann var komin til Føroya var lyklaspælari á gullliðnum hjá EB/Streymi, hevði av álvara kynt undir sínar spælarar.

Skála var nógv í álopi, og Skála hevði væl fleiri hornaspørk og væl fleiri royndir ímóti málinum, enn heimamenninir høvdu ímóti skálamálinum.

Tó var tað EB/Streymur, sum legði seg framum 1-0, tá ið ein tími var farin. Niklas T. Kruse legði flatt innfyri úr høgru, og miðvallarin Símun Sólheim, sum var runnin inn úr vinstru, sendi bóltin flatt inn við stólparótini.

Skála spenti álopsbogan, og heimaliðið tevjaði møguleikan at økja um leiðsluna, tá ið Arnbjørn Hansen eitt korter undan leikloki varð settur á vøllin.

Arnbjørn Hansen fekk avgerandi leiklut, men tað var ikki sum málskjútti hjá EB/Streymi.

Tá ið eyðsýndi Niels Pauli Danielsen legði innfyri úr høgru, bríkslaði dómarin fyri brotssparki til Skála, tí hann helt, at Arnbjørn Hansen í egnum brotsteigi hevði skumpað ein av mótstøðumonnunum óregluliga.

Klokkan vísti 89 minuttir og 45 sekund, tá ið Niels Pauli Danielsen var ísakaldur og setti bóltin úr ellivu metrum og í EB/Streymamálið.

So var 1-1, og teir tríggjar minuttirnar, sum vórðu lagdir aftrat, var tað heilt hendingaríkt. Skála gav heimaliðnum púra óneyðugt fríspark á brotsteigarmarkinum. Síðstu vikurnar hevur Bárður Olsen tvær ferðir umsett fríspørk til mál. Hann royndi seg av brotsteigarmarkinum, men bólturin fór omanfyri bæði manngarðin og tvørtræið.

Og so bríkslaði dómarin fyri síðstu ferð.

Eingin fegnaðist. EB/Streymur eigur spennandi 2021 í fremstu røð, og skálamenn fóru  vátir og troyttir av vøllinum við vitanini um, at tað nú er upp til teir at gera av, um teir næsta ár skulu spæla í bestu ella næstbestu deildini.

 

https://www.in.fo/myndasavn/