TÍÐINDASKRIV
frá Havnar Sjónleikarfelag
30. apríl verður árligi marknaðardagurin í Sjónleikarhúsinum. Hesin dagurin er bert møguligur, av tí at fólk eru so røsk at bera okkum lutir. Vit uppliva ferð eftir ferð, at onkur finnur júst tað sum tey kunnu brúka, og so má sigast, at marknaðardagurin hevur rokkið eitt av sínum málum.
Umframt at fáa pening til vega til Sjónleikarhúsið, er hetta eisini dagurin at hitta nógv fólk og fáa eina hugnaliga løtu. Vit fara sum vant at hava køkutombola, fiskibrunn og bjóða ein drekkamunn.
Marknaðardagurin er ein stór hjálp at gera ábøtur í Sjónleikarhúsinum.
Í ár ber til at bera okkum lutir hvønn dag frá kl. 8.00 til kl. 20.00. Undantiknir eru dýri biðidagur, sunnudagur og flaggdagur.
Tey, sum ikki hava møguleika at koyra lutirnar í Sjónleikarhúsið, kunnu ringja 311132 millum kl. 8.00 og 16.00 og gera eina avtalu við húsavørðin um heintan av lutum, síðan heinta vit lutirnar frá 26. apríl og fram til marknaðardagin. Lutirnir skulu latast inn gjøgnum høvuðsdyrnar.
Vit gleða okkum til marknaðardagin og vóna at síggja nógv fólk í Sjónleikarhúsinum henda dagin. Vit byrja kl. 10.00.