Nú er tað greitt: Kristin Michelsen heldur fram

Nú er tað endaliga avgjørt: Kristin Michelsen heldur fram sum borgarstjóri á Tvøroyri í fýra ár afturat

Tað varð samtykt á býráðsfundi á Tvøroyri í kvøld, har nývalda býráðið skipaði seg.

 

Býráðið á Tvøroyri hesa ferð er serligt, tí hetta man vera fyrstu ferð í nógv valskeið, at Javnaðarflokkurin situr í andstøðu.

 

Tað hendi eftir at ósemja í javnaðarflokkinum endaði við, at Kristin Michelsen ikki stillaði upp fyri Javnaðarlistan, men stovnaði sín egna lista, Kommunulista.

 

Og tað hepnaðist so mikið væl, at hann varð størsti flokkur, og sjálvur varð hann fyrst valdur býráðslimur. Tilsamans fekk Kommunulistin tríggjar býráðslimur. Og tað fekk Javnaðarlistin eisini og sostatt kom Anita Vibergsdóttir, sum varð vald á Borgaralistanum at sita við avgerðini um, hvør skuldi verða borgarstjóri.

 

Javnaðarflokkurin bjóðaði henni at verða borgarstjóri, men hon tók ikki av og fór heldur í samgongu við Kommunulistan, og vísti ístaðin á Kristin Michelsen sum borgarstjóra. 

 

Men á býráðsfundinum í kvøld gjørdi Javnaðarflokkurin eina síðstu roynd at og skeyt upp at velja Anitu Vibergsdóttir til borgarstjóra.

 

Men Anita Vibergsdóttur stóð við avtaluna, hon hevur gjørt við Kommunulistan, og atkvøddi ikki fyri sær sjálvum sum borgarstjóra. Hinvegin atkvøddi hon saman við hinum trimum býráðslimunum hjá Kommunulistan fyri Kristini Michelsen sum borgarstjóra, og sostatt varð hann valdur við fýra atkvøðum fyri.

 

Hinvegin varð Anita Vibergsdóttir vald til varaborgarstjóra.

 

Annars hevur býráðið skipað seg við nevndum, har samgongan ímillum Kommunulistan og borgaralistan fær tveir nevndarlimir í øllum nevndum, og sostatt meirilutan, tí Javnaðarflokkurin fær eitt umboð.

 

Nevndirnar skipa seg á fyrsta fundi, tey hava og tað einasta, sum varð upplýst í kvøld, er, at Kristina Kambskarð Sørensen verður forkvinna í Sosialu deild. Vit hava meiri seinni.

 

Á myndini eru nývalda býráðið á Tvøroyri. Tey eru frá vinstru, Súsanna Bertholdsen, nývaldur býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, Kristina Kambskarð Sørensen, nývaldur býráðslimur fyri Kommunulistan, Bjarni Hammer, afturvaldur býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, Kristin Michelsen, afturvaldur býráðslimur fyri Kommunulistan, Anita Vibergsdóttir, afturvaldur býráðslimur fyri Borgaralistan Annika Jensen Pearce, ið er nývald, men ið møtti sum varalimur fyri Boga Johannesen, sum er nývaldur býráðslimur á javnaðalistanum, ytst høgrumegin, stendur Alvi Mortensen, ið er nývaldur bráðslimur fyri Kommunulistan.

 

Vit hava meiri seinni, har tað ber til at lesa, hvørja heilsan, nývaldi borgarstjórin, Kristin Michelsen hevði at bera nývalda býráðnum