Nú er tað heilt spennandi

Seinnapartin vera lykladystir, sum hava týdning fyri bæði toppin og botnin

Í dag verður ársins landskapping meiri enn hálvrunnin. Tveir dystir vóru í gjár, og tríggir vera seinnapartin ídag. Líkindini at spæla fótbólt vóru av teimum fagrastu ígjár, og tað verður eisini summarveður ídag.

At TB í gjár vann 1-0 ímóti KÍ, og at tað endaði 1-1 í Gundadali millum B36 og NSÍ ber við sær, at toppstríðið er ógvuliga spennandi og opið.

Víkingur fer at spæla á Argjum í dag. Um tað eydnast Víkingi at vinna, so vera trý lið púra jøvn í toppinum.

Um tað eydnast HB at vinna fulla úrtøku á Skála, so fer tað av álvara at styttast fram til toppin hjá meistaraliðnum.

Við jóansøkusigrinum í gjár lyfti TB seg undir liðina á Skála. Bæði liðini hava fimtan stig, men málmunurin hjá Skála er væl betri enn hjá TB.

Á Eiði verður dagsskráin at sleppa úr botninum, tá ið ÍF verður gestur á Mølini, og setningurin hjá AB á heimavølli er tann sami, sum hann er hjá ÍF og EB/Streymi.

 

EB/Streymur – ÍF: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 15.00

Skála – HB: Dagfinn Forná kl. 15.00

AB – Víkingur: Bjarki Danielsen kl. 15.00 

NSÍ141022381332
141022331132
B36141013231331
Víkingur13922291629
HB13733301724
Skála13508151615
TB14437122515
EB/S13211016367
AB13111114374
AB13111110344