Tað er góður møguleiki fyri, at Jákup Mikkelsen fer at halda fram við lívinum sum fulltíðar yrkisspælari í fótbólti. Sum tað varð nevnt í blaðnum í síðstu viku, so hevur Jákup hesar seinastu dagarnar verið í Skotlandi, har hann hevur vant og spælt venjingardystir við Partick Thistle, sum síðsta kappingarár endaði miðskeiðis í bestu deildini.
Sambært skotskar fjølmiðlar, so hevur venjarin hjá Partick Thistle verið rættuliga væl nøgdur við tað, sum Jákup hevur avrikað, síðani hann hósdagin kom til Glasgow, har felagið hevur heimstað, og James Grady, sum er ein av álopspælarunum í felagnum, segði seg í vikuskiftinum inniliga vóna, at sáttmáli fór at spyrjast burturúr. Sunnudagin segði hann soleiðis við Daily Record:
? Jákup hevur bara verið her í nakrar heilt fáar dagar, og hann hevur víst seg serliga stinnan, bæði undir venjing og í venjingardystinum, sum vit leygardagin vunnu 4?2 ímóti eingilska Bradford City.
Saman við Jákupi Mikkelsen hevur franski vongverjin Hean?Yves Anis verið og royndarvant í hesum felagnum. Nógv bendir á, at hann eisini fer at fáa sáttmála við felagið í Glasgow, og sambært omanfyri nevnda álopsspælara, so eru tað onnur viðurskifti enn sjálvt fótbóltsspælið, sum tað skal arbeiðast mest við hjá teimum báðum nýggju spælarunum:
? Fransmaðurin dugir púrasta einki eingilskt. Jákup er frægari, men enn hevur hann verið rættuliga kúrrur, men tað fer vónandi ikki at ganga ov long tíð, áðrenn hann verður førur fyri at samskifta á serligu dialektini, sum vit brúka her í Glasgow, segði James Grady sunnudagin við Daily Record.
Familjan og fótbólturin
Jákup Mikkelsen hevur verið væl nøgdur við tað, sum hann higartil hevur verið vitni til í Partick Thistle:
? Mær hevur dámt venjingarnar væl, og eg var heilt ovfarin, tá ið vit leygardagin spældu venjingardyst. Eg hevði roknað við, at teir fóru at vera stórir, sterkir og bulmiklir spælarar, og at tað mesta fór at ganga fyri seg í luftini, men soleiðis var tað als ikki. Teir vóru lættbeintir og skjótir, og teir vístu fínt og hugflogsríkt fótbóltsspæl fram eftir jørðini.
Ætlar tú at skriva undir samstarvsavtalu við teir?
? Frá felagnum havi eg fingið at vita, at teir fegnir vilja hava, at eg skal spæla við teimum. Vit eru ikki lidnir við samráðingarnar enn. Stóri spurningurin hjá mær er, hvussu hetta skal ganga upp við familjulívinum. Konan, børnini bæði og eg komu mikudagin úr Molde og til Klaksvíkar. Hósdagin fór eg til Skotlands, og nú skal støða takast til hetta. Eg havi ikki enn fingið greiðu á, um familjan skal vera í Klaksvík, meðan eg royni meg her niðri, ella hvussu tað skal vera. Tað er ein nýggjur venjingardystur á skránni týsdagin. Teir vilja hava, at vit skulu skriva undir sáttmála, áðrenn tann dysturin verður spældur, men eg vil hava persónligu viðurskiftini upp á pláss, áðrenn nakað verður undirskrivað, sigur Jákup Mikkelsen úr Glasgow.
Tosa um landsdystin
Í skotsku miðlunum hevur síðani Jákup Mikkelsen hósdagin kom til Glasgow verið gjørt rættuliga fitt burturúr, at tað er landsliðsmálverjin hjá Føroyum, sum nú er í Partick Thistle.
Lesararnir fáa at vita, at tað er rættuliga sannlíkt, at nýggi málverjin hjá felagnum seinni í ár skal verja føroyska málið, tá ið Skotland fer at fáa vitjan av Føroyum. Tað verður gingið høgt uppí, at Jákup ímóti Týsklandi fyrr í summar megnaði at halda tætt í næstan 90 minuttir, og at Rudi Völler á tíðindafundinum eftir dystin gav føroyska málverjanum so gott skoðsmál.
Skotland og Føroyar skulu spæla á Hampden Park í Glasgow leygardagin 6. september. Allir fótbóltshugaðir føroyingar minnast, at uppgerðin millum Føroyar og Skotland á Svangaskarði í fjør endaði 2?2. Ta ferðina var tað Jens Martin Knudsen, sum vardi føroyska málið. Tað hevur hann eisini gjørt hinar fýra ferðirnar, tá ið Skotland og Føroyar hava spælt saman í undankapping.