Nú er tað váttað: Fimm valevni til nýggjan bisp

Bispur váttar nú, at fimm valevni er til at taka við eftir hann Hans Jacob Joensen, bispur sigur, at tá ið fráboðanarfreistin var úti 3. september, varð boðað frá hesum valevnum til bispavalið í heyst.

Tey eru Marjun Bæk, prestur í Kvívík, Jógvan Fríðriksson, prestur Innan Glyvur, Jákup Reinert Hansen, prestur á Sandi, Bergur Debes Joensen, prestur á Argjum og Uni Næs, prestur í Fuglafirði

Valstýrið hevur gjøgnumgingið, kannað og góðkent allar fimm fráboðanirnar, sigur bispur.

Valstýrið hevur gjørt vallista og eftir hesum lista verður tilfarið til atkvøðugreiðsluna sent beinleiðis til hvønn einstakan, ið hevur atkvøðurætt. Tilfarið til atkvøðugreiðsluna verður sent mikudagin.

Treytin fyri at kunna atkvøða er, at viðkomandi stendur á vallistanum. Fólk, ið halda seg hava rætt at atkvøða, men sum ikki hava fingið tilfar til atkvøðugreiðsluna, og fólk, sum av misgáum hava fingið tilfar til atkvøðugreiðsluna, verða bidnir um at boða valstýrinum frá mistakinum í seinasta lagi fríggjadagin 21. september. Valstýrið heldur til í Bispaskrivstovuni.

Freistin at atkvøða er úti tríggjar vikur eftir, at tilfarið til atkvøðugreiðsluna er sent og atkvøðurnar verða kannaðar og taldar mikudagin 3. oktober í Bispagarðinum.