Nú er ætlanin at avtaka ALS

Fakfeløg og arbeiðsgevarar mótmæla harðliga, at Løgtingið hevur ítøkiligar ætlanir um at taka ALS frá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum

Arbeiðsloysisskipanin
 

 - Hetta merkir í roynd og veru, at Arbeiðloysisskipanin verður tikin av.
So bersøgið er stýrið fyri Arbeiðsloysisskipanin, sum umboðar bæði fakfeløg og arbeiðsgevarar.
Arbeiðsloysisskipanin er komið á breddan í Føroya Løgtingið og har er endamálið at gera so umfatandi broytingar í ALS, at tað merkir, at í veruleikanum verður hon tikin av.
Hetta hevur fingið stýrið fyri ALS at gera vart við seg og í greiðum vendingum mótmælir stýrið harðliga, at ætlanin er at gera so stór inntriv í ALS, at tað er tað sama sum ognartøku.
Tað er sjálvur formansskapurin í Løgtinginum, sum hevur lagt uppskotið fyri Løgtingið.
Spurningurin, sum Løgtingið viðgerð í løtuni, er, um inngjaldið til ALS er ein skattur ella ikki.
Partarnir á arbeiðsmarknaðinum halda ógvuliga fast um, at ALS er ein skipan, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum sjálvir hava stovnað og sostatt eiga.
Og teir halda sostatt eisini ógvuliga fast um, at inngjaldið til ALS er ikki ein skattur, men ein trygging.
Og í hesum máli draga bæði fakfeløg og arbeiðsgevarar eina línu.
Men í politisku skipanini eru kreftir sum tvíhalda um, at inngjaldið til ALS er ein skattur.
Og tað er bara Løgtingið, sum hevur heimild at krevja skatt inn og samstundis skal allur skattur á fíggjarlógina.
Sosttatt er ætlanin hjá nú, at inngjaldið til ALS skal setast á fígggjarlógina hereftir.
Í hesum sambandi brúkar formansskapurin eina lýsing av hugtakinum skattur, sum sigur, at skattur eru øll gjøld, sum borgarin skal betala, uttan at fáa eina beinleiðis mótveiting. Tí verður mett, at gjaldið til ALS er ein skattur.
Tí er vandi nú fyri at ALS  og aðrir grunnar, enda á fíggjarlógini.
Hetta er eitt álop, sum ALS stýrið er samt um at verja skipanina ímóti, sigur stýrið.
Hetta hevur verið eitt afturvendandi mál, men partar á arbeiðsmarknaðinum hava gjørt púra greitt, at, at tey fara undir ongum umstøðum at góðtaka, at ALS verður lagt á fíggjarlógina.
- Hetta er okkara tykki eitt álvarsmál, tí tað merkir at ALS verður ognartikið og tað verður harðliga mótmælt, sigur Stýrið fyri ALS.
Stýrið fyri ALS vísir eisini, at hóast talan er um eitt álvarsmál og hóast talan er um kollveltandi broytingar í ALS, hevur málið ikki so frægt sum verið til hoyringar í ALS.
 
Lóg og viðmerkingar
Hetta eru orðingarnar í uppskotinum, ið løgtingið nú víðgerð, sum hevur fingið stýrið fyri ALS at gera vart við seg. Talan er um eitt uppskot um landsins játtanarskipan og har stendur í greinunum fýra og fimm:
 
§ 4. Allur beinleiðis og óbeinleiðis skattur, sum kravdur verður inn við heimild í lóg, verður førdur á fíggjarlógina.
Stk. 2. Beinleiðis og óbeinleiðis skattur fevnir um øll kravd gjøld, uttan beinleiðis mótveiting.
 
§ 5.  Við á fíggjarlógina verða tiknir stovnar og grunnar o.t., hvørs útreiðslur ella roknskaparligu hall verða goldin við studningi frá landinum ella við gjøldum ella aðrari inntøku sambært lóg, ella sum eru ella partvís eru stovnaðir við kapitalinnskoti frá landinum.
Stk. 2. Stk. 1. verður tó ikki nýtt, um reglur eru í aðrari lóg, sum víkja frá hesum.
 
Hetta eru so viðmerkingnarnar til lógargreinirnar omanfyri
 
Til § 4§ 41, stk. 1 í stýrisskipanarlógini slær eina fast, at  beinleiðis og óbeinleiðis skattur (avgjøld) verða kravd í lóg. Í § 4, stk. 1, verður harumframt ásett, at beinleiðis og óbeinleiðis skattur skulu setast á figgjarlógina. Ásetingin hevur við sær, at beinleiðis ella óbeinleiðis skattur, sum landsfyritøkur o.a. krevja uttan fyri fíggjarlógina til at fíggja sínar útreiðslur, frá nú av skulu verða sett á fíggjarlógina. Tað kann verða gjørt sum inngangandi og útgangandi postur, so at samlaða árinið á landins fíggjarætlan er neutralt. Spurningurin um, tilknýtið hjá slíkum fyritøkum til fíggjarlógina, verður viðgjørdur í § 5. Til at greiða málið verður í stk. 2 skotið upp at allýsa  beinleiðis og óbeinleiðis skatt sum gjøld, uttan beinleiðis mótveiting. Í hesum liggur, at gjøld koma frá enstaklingum og privatum virkjum o.ø. IMF og OECD hava allýst og flokkað skatt sum kravd gjøld frá privatum, sum uttan beinleiðis mótveiting.