Gjaldsskipanin hjá P/F Vágatunnilin gongur fyri einaferð um tíman ? onkuntíð hvønn fimta tíma og av og á ganga upp til 20 tímar ímillum, men enn hevur hon ikki klárað eitt samanhangandi døgn.
Norska felagið Q-free finnur ikki feilin og kann tískil ikki rætta hann. Gjaldsskipanin varð keypt sum liður í eini heildarloysn fyri umleið tveimum árum síðani, og tað er bert kortskipanin, sum ikki riggar. Tískil er tann parturin, sum riggar, goldin, og um uppsetta gjaldstøðin verður skift út, standast enn fleiri trupulleikar av, at fáa hana at rigga saman við tí uppruanaligu heildarskipanini, heldur Reinhold Isaksen, verkfrøðingur hjá Partafelagnum Vágatunnilin.
Finna ikki feilin
Stóri trupulleikin við gjaldstøðini er, at allir føroyskir peningastovnar brúka donsku gjaldskipanina PBS, men tað ger norska skipanin, sum føroyingar hava keypt, ikki ? tí ber ikki altíð til at vátta flytingar. Tá Partafelagið Vágatunnilin keypti heildarloysnina frá norska Q-free, varð ein serstøk gjaldskipan gjørd, sum skuldi rigga saman við tí donsku gjaldskipanini PBS, og tað er júst hendan skipan, sum er orsøkin til, at gjaldstøðin við Vágatunnilin gongur fyri í heilum.
- Tað kann vera ein feilur í forritinum, men tað sær ikki soleiðis út ? eingin veit, hvar feilurin liggur, sigur Reinhold Isaksen.
Stjórin í Partafelagnum Vágatunnilin sigur, at teir valdu norsku skipanina í sínari tíð, tí hon var bíligast í mun til funktionalitet.
- Tá vistu vit ikki, at tað fór at vera ein trupulleiki, at fáa skipanina at rigga saman við tí donsku ? um vit vistu tað, høvdu vit sjálvsagt ikki valgt hana, sigur Dávur Reinert Hansen.
Trupulleikin kann eisini vera GSM-linjurnar, sum ikki altíð eru tøkar, um nógv tosa í fartelefon nærhendis. Tí er Føroya Tele við í arbeiðinum at finna orsøkina til trupulleikarnar við gjaldstøðini við Vágatunnilin, men enn hevur eingin nakra hylling av, hvat skal gerast, sigur Reinhold Isaksen.
- Tað einasta, vit kunnu gera, er at vóna, at teir finna feilin. Vit kunnu ikki blanda okkum í teirra arbeiði, vit hava bara keypt eina skipan, sum ikki riggar, sigur hann.
Fyribilsloysn
Fyri at bøta um trýstið, sum stendst av, at upsetta gjaldstøðin við Vágatunnilin ikki riggar, vóru tveir leysir sokallaðir POINT-kortterminalar við GSM-skipan keyptir frá Føroya Tele í juni. Trupulleikin við teimum er bara, at teir tola ikki regn. Tað var hetta, sum gekk galið eftir kappróðurin á Vestanstevnu, tá bíðirøðin rakk niðan til svingið oman fyri P/F Fútaklett. Partafelagið Vágatunnilin visti, at terminalarnir ikki kundu brúkast úti, um vátt var í veðrinum, men teir vórðu keyptir kortini, tí tørvur var á eini fyribilsloysn.
Dávur Reinert Hansen vil enn ikki siga nakað um, hvat næsta stigið er, men teir fara í holt við at loysa trupulleikan, sigur hann.
- Vit hava keypt eina skipan, sum skuldi rigga fra 10. december ? tá latið varð upp fyri ferðsluni, og tað eru sjey mánaðir síðan. Nú er tolið uppi, sigur Dávur Reinert Hansen. Hann heldur tó ikki, at felagið fer at krevja peningin aftur, tí kubba-parturin av skipanini riggar væl, og tað loysir seg ikki at blaka tað fyri borð.