Nú er upp í 31 m/s

Veðrið er ringt í støðum í landinum.

Umframt, at tað er hálka fleiri staðni kring landið í morgun, er tað eisini fitt av vindi, siga veðurmátararnir hjá Landsverki. 

 

 

Ringast er í Hvalba, har hann sigur upp í 31 m/s í dag. Á Fámjinsvegnum er eisini fitt av vindi, heilt upp í 28 m/s. 

 

 

Á Brekkuni Stóru á Sandi er upp í 18 m/s, meðan hann sigur upp í 25 m/s í Mykinesi. Á Høgareyni er upp í 19 m/s, meðan tað er upp í 18 m/s á Streymnesi. 

 

 

Á Gjáarskarði er upp í 24 m/s, meðan tað á Oyndarfjarðarvegnum er upp í 23 m/s. Á Syrðadali og á Viðareiðisvegnum er upp í 19 m/s. 

 

 

Trýst á her, um tú vilt lesa hvussu veðrið verður komandi vikuna.  Tú kanst eisini trýsta her, um tú vilt lesa um hálkuávaringarnar í morgun.